MEST minkar í umsitingini

- Kostnaðurin fyri umsitingina er vorðin ov stórur í mun til minkaða virksemi, og tí noyðast vit at taka hetta stigið, sigur Frithleif Olsen, stjóri í samtakinum MEST

UPPSAGNIR

Samtakið MEST, sum eitt nú eigur og rekur skipasmiðjurnar í Havn og á Skála og fyrrverandi FJM í Runavík, segði í síðstu viku fýra fólkum í umsitingini úr starvi.
Tey uppsøgdu eru fíggjarleiðari, søluleiðari og tvey skrivstovufólk, harav annað arbeiddi hjá dóttirfelagnum hjá MEST, Pam Ofshore Service.

Tillaging
Frithleif Olsen, stjóri í MEST, sigur, at samtakið noyðist at tillaga seg broyttu umstøðurnar, nú færri skip eru í føroyska fiskiskipaflotanum, sum aftur merkir minni virksemi hjá samtakinum.
Hann sigur, at í hesum førinum snýr tað seg um, at kostnaðurin fyri umsitingina er vorðin ov stórur í mun til virksemið, men hann leggur samstundis dent á, at talan er um sera dugnalig starvsfólk, sum samtakið nú kennir eg noytt til at siga úr starvi.
- Men soleiðis eru fyritreytirnar nú einaferð, leggur hann aftrat.

Neyvan fleiri
Tá Sosialurin tosaði við stjóran í MEST seinnapartin í gjár, spurdu vit hann eisini, um hugsandi er, at samtakið fer at siga enn fleiri fólkum úr starvi.
- Ætlanin er ikki at siga fleiri fólkum úr starvi, sigur Frithleif Olsen.
Hann vísir á, at tað, sum felagið í enn størri mun vil brúka orkuna uppá, verður at royna at útvega samtakinum meiri arbeiði.
- Skipatalið í Føroyum er minkað so nógv seinnu árini, at neyðugt er at hyggja út um landoddarnar fyri at royna at fáa sáttmálar, so vit kunnu varðveita flest møgulig arbeiðspláss í samtakinum.
Frithleif Olsen sigur, at samtakið eisini gjarna vil hava umstøður til at taka lærlingar inn, sum hann heldur er ógvuliga týdningarmikið fyri eitt samfelag sum Føroyar.

Ikki endaligt
Vit spurdu eisini stjóran í MEST, hvussu árið í fjør royndist fíggjarliga.
- Vit hava ikki havt aðalfund enn, og eg haldi ikki, eg fari at siga nakað um úrslitið, fyrr enn aðalfundur hevur verið um nakrar dagar, sigur Frithleif Olsen.
Spurdur, um samtakið væntar at fáa samanhang í raksturin í 2010, sigur stjórin, at tað vónar hann.
- Eg vóni, at vit fáa samanhang í raksturin í ár. Í løtuni er nógv at gera, og vit vóna, at arbeiði verður rímiliga støðugt gjøgnum árið. Men enn er ov tíðliga at siga nakað um hetta, sigur Frithleif Olsen, stjóri í MEST.