Í dag er 10. oktobur, sum er altjóða-dagur teirra sálarsjúku. Hetta er ein góður dagur, har vit í Sinnisbata vilja seta fokus á tey, sum have sálarligar trupuleikar í okkara samfelag.
Tíverri síggja vit enn eina stigmatisering í okkara samfelag í mun til fólk við sálarsjúku. Her vilja vit í Sinnisbata arbeiða fyri einari avstigmatisering.
Í frágreiðingini “Stigma og psykiske lidelser – som det opleves og opfattes af mennesker med psykiske lidelser og borgere í Danmark”, ið var gjørd í okt. 2010, sum millum annað DSI (Danske Sundhedsinstitut) var partur av, verður mælt til, at ein innsatsur verður gjørdur í mun til arbeiði og útbúgving til fólk við sálarsjúku. Tað at fáa tilknýti til arbeiði er alt avgerandi fyri integratiónina í samfelagnum, sjávsvirði og matriella vælferðu. Tá hetta øki er mest rakt av stigmatisering, má serligur innsatsur vera gjørdur fyri at fáa fólk við sálarsjúku í arbeiði. Tað merkir at útbúgving skal vera nemmari at koma til. Somuleiðis skal ein innsatsur gerðast fyri at skaba arbeiðsplássir, sum kunna tillagast ressursirnar og tørvin hjá tí einstaka.
Hetta er júst tað sum vit í Sinnisbati í løtuni arbeiða fyri. Vit royna at fáa pening til eitt projekt nakað líknandi tað, sum uttanlanda verður kalla “Fountain House”. Tað skal vera eitt stað fyri fólk við sálarligarligum truppuleikum, har tey eisini fáa møguleikar her í samfelagnum. Tey skulu fáa ein innihaldsríkan gerandisdag, koma út og hava samband við onnur. Tað er eitt stað í skal stimbra til at sálarsjúk koma út í arbeiði ella taka eina útbúgving. Tilboði skal vera landsumfatandi!
Okkara samfelag má gera meira og tilboðini mugu økjast. Hetta er nakað sum politikarnir ikki kunnu blíva við at venda ryggin til – nú má tað gerast nakað. Sinnisbati hevur haft fund við Rósu Samuelsen her áðrenn vali bleiv útskriva, og framlegði projektið “Fountain House” fyri henni. Hon var ikki avvísandi fyri hesum. Vit hava eisini haft fund við Tórshavnar Kommunu síðsta ár. Sum formaður fyri Sinnisbati meini eg at tað skal vera okkara politikarir, sum mugu hjálpa til og geva stuðul til hesar verkætlarnar.
Vónandi kunnu okkara politikarir hjálpa til við til at betra um korini hjá sálarsjúkum í Føroyum, við at takað tað við í teirrara stevnisskráð til løgtingsvælið og somuleiðis fylgja hesum upp.