skilst á Hergeri Nielsen, ætlar hann ikki, at hetta uppskotið skal verða tann endaliga fíggjarlógin, sum samtykt verður. Hergeir Nielsen sigur við Sosialin, at landsstýrismaðurin við vinnumálum loypir frá [...] frá gjørdum avtalum í fíggjarlógaruppskotinum. Hann vísir á, at landsstýrismaðurin við vinnumálum hevur roynt at selt suðringum ein tunnil millum Øravík og Hov fyri 100 milionir krónur, sum skuldi koma [...] havnagerð. Og tað fer Hergeir Nielsen ikki at lata sær lynda, sigur hann. ?Landsstyrismaðurin við fíggjarmálum hevur sett seg upp móti løgtingsins vilja, og tað fer at svíða sum vøllir, sigur Hergeir Nielsen
longdir til fyri at náa hesum máli. Stuðulssvimjing Endamálið við svimjingini var at fáa penging til vega til felagið. Privatpersónar og fyritøkur høvdu frammanundan bundið seg til at rinda eina ávísa [...] hann var sera væl nøgdur við tiltakið. Ætlanin var annars at fáa hetta metið við í Guinnes metbókina, men hon boðaði frá, at áhugi var ikki fyri at seta hetta metið í bókina. Einasti trupulleikin var, tá [...] Hetlandi vóru 24 svimjarar í aldrinum 10-16 ár úr svimjifelagnum Skeggjum við á ferðini. Ætlanin var at svimja út í eitt í tí lítla hylinum umborð á skipinum á túrinum úr Tórshavn umvegis Lerwick til Bergen
Hanna. ? Tað er alíkavæl eitt sindur betri at vera í Havn. Hanna sigur, at hon plagar at vera í Gøtu hvørt summar og vitja ommuna, meðan Marjun plagar eisini at vera á Sandi og í Kollafirði. [...] gravimaskina gravar og gert klárt. Tá Hanna og Marjun eru í Gøtu plaga tær at vera á spæliplássinum og á sandinum. Eisini plaga tær at spæla við onkrar aðrar gentur í bygdini. Tær nevna onkrar við navni, Elspu [...] Syðrugøta: Um vikuskiftið verður Gøtustevna í Gøtu. Tó var ikki so nógv fólk at síggja í bygdini tann dagin Sosialurin trillaði framvið. Men vit hittu tvær smágentur, sum koma úr Havn. Tær halda summarfrí
uppá seg, at fiskavirkir leggja stilt einar 2-3 vikur um summarið. Á virkjunum hjá Sandoy Seafood plaga tey ikki at leggja stilt, men í ár verður øðrvísi. Magnus Jespersen, stjóri, sigur, at øll framleiðsla [...] virkjunum. Trol-og snellufiskur Stjórin sigur, at hampiliga fitt av fiskaarbeiði hevur verið í summar, og sum oftast hevur eydnast at keypa so mikið av ráfiski, at arbeiði hevur verið samanhangandi. Onkur vika [...] keypt nakað av snellufiski frá Morning Star, sum landaði á Toftum. Týsdagin visti Magnus Jespersen ikki at siga, um nøkur landing verður hesa vikuna.
Orsøkin til sakarmálið var, at fleiri kundar hjá bilainnflytaranum klagaðu til brúkaraumboðsmannin, tí teir meintu at bilainnflytarin setti órímilig krøv til teirra viðvíkjandi garantiinum uppá nýggjar [...] autoriseraðum bilverkstaði, fall garantiið burtur. Bilhandlarin hevur eisini plikta seg til ikki at seta krøv um at tænastur og umvælingar - ið ikki eru umfataðar av garantiinum - skulu verða gjørdar á einum [...] garantiinum uppá nýggjar bilar, sum t.d. at bilarnir verða viðlíkahildnir av útbúnum umvælarum og í samsvar við leiðbeiningarnar í servicebókini. Tó verða ongi krøv um at arbeiðið skal verða gjørt á einum a
politikararnir fáa møguleikan at hitta samkynd fólk. Eg og Søren greiða frá okkara støðu, og politikararnir hava møguleikan at spyrja tað, teir vilja, sigur Bogi Davidsen. At betra um kjaka vónar Bogi verður [...] sett sær fyri at tosa við allar teir politisku flokkarnar í Føroyum. Hetta ger hann saman við Søren Nielsen, sum hann livir saman við í samkyndum parlagi í Danmark. Higartil letur Bogi væl at fundunum. Týsdagin [...] av prátinum við politikararnar. Bogi er dagligt lækni í Danmark, men hann hevur ikki hug at flyta til Føroya at búgva, sum støðan er nú. ?Í Danmark eri eg bara lækni og livi eitt vanligt lív. Tað er kortini
sigur, at bin Laden sjálvur hoyrist á upptøkuni, og at hann nevnir fleiri av teimum, sum rændu tey fýra amerikansku flogførini. Millum teirra, sum bin Laden nevnir, er Mohammed Atta, sum eftir øllum at døma [...] bin Laden hyggja at myndum av verjumálaráðnum Pentagon, sum var annað av málunum tann 11. september í fjør. Ein av yvirgangsmonnunum, saudiarabin Abdul Aziz al-Omari, sigur í upptøkuni, at hann hevði fingið [...] tann 11. september. Al-Jazeera vil vera við, at upptøkan er gjørd í afghanska býnum Kandahar, sum var háborgin hjá Talibanstýrinum. Sjónvarpsstøðin heldur, at upptøkan kann verða gjørd í sambandi við ársdagin
midnátt fekk politiið í Havn fráboðan um, at ein knallert koyrdi eftir landsvegnum norðuri í Sundi. Knallertin var myrk og hevði ongar lyktir og var tískil ógvuliga ring at síggja. Tá politiið kom á staðið vóru [...] skuldsettur fyri at koyra við kenning. Politiið hevur annars ikki so nógv stríð av øllum knallertunum og skutarunum, sum vit síggja nú fyri tíðina. ? Vit fáa onkrar fráboðanir viðhvør tum, at fólk verða órógvað [...] teimum, og tað kemur eisini fyri, at vit taka onkrar, sum eru broyttar og koyra skjótari enn loyvt, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. Eisini verða summi tikin fyri at koyra ófantaliga ? tað verið seg
ferðslan av álvara at byrjað. Skiparin á Dúgvuni vísir á, at betri pláss er umborð á skipinum nú, og tað tekur ikki so langa tíð at fáa allar bilarnar í land. ? Ein annar fyrimunur er so, at ongar seinkingar [...] Klaksvík: Týsdagin byrjaði Sam at hjálpa Dúgvuni við siglingini um Leirvíksfjørð. Og hetta hjálpir væl. Tað sæst bara á røðini, sum ofta plagdi at standa á ferjuleguni. Hálvur tími er millum hvønn túrinhjá [...] seinkingar verða, tá tvey skip sigla. Tá eitt skip siglir einsamalt, so tekur tað nógv longri tíð at av-og umborð skipa bilar. So manningin umborð á Dúgvuni er væl nøgd við hjálpina frá Sam.
eg ikki sjálvur, at tað gekk so øgiliga væl, men venjarin lat hampuliga væl at, so verri enn tað, var tað so ikki. Undir dystinum var eitt sindur øðrvísi. Enski spælistílurin ger, at bakkarnir skulu koma [...] Akkurát, hvat meira hendir, dugi eg ikki at síggja. Enn er so stutt fráliðið, og eg havi so ikki hoyrt nakað, so vit fáa at síggja, hvat hendir, sigur Jákup á Borg at enda. [...] Crewe Alexandra, sum heldur til í triðbestu ensku røðini. Í eina viku vandi Jákup við felagnum, umframt at hann eisini leikti ein dyst við eykaliðnum hjá Crewe. Sambært heimasíðuni, www.teamtalk.com, fekk Jákup