Jákup bíðar

Leygardagin kom Jákup á Borg aftur úr Crewe Alexandria, men enn hevur hann einki frætt aftur frá felagnum

Yrkisfótbóltur

Seinasta mánadag fór B36- og landsliðsleikarin, Jákup á Borg, á vikulanga ferð til enska felagið, Crewe Alexandra, sum heldur til í triðbestu ensku røðini.
Í eina viku vandi Jákup við felagnum, umframt at hann eisini leikti ein dyst við eykaliðnum hjá Crewe.
Sambært heimasíðuni, www.teamtalk.com, fekk Jákup góð skoðsmál fyri avrikið í dystinum, men sjálvur var landsliðsleikarin eitt sindur ivasamur, tá vit sunnudagin fingu orðið á hann.
- Tað var eitt sindur misjavnt, hvussu gekst. Undir venjingunum helt eg ikki sjálvur, at tað gekk so øgiliga væl, men venjarin lat hampuliga væl at, so verri enn tað, var tað so ikki. Undir dystinum var eitt sindur øðrvísi. Enski spælistílurin ger, at bakkarnir skulu koma nógv upp við, meðan miðvallararnir trekkja inn í vøllin, og tað venur tú ikki við efgir bert einum dysti.
- Akkurát, hvat meira hendir, dugi eg ikki at síggja. Enn er so stutt fráliðið, og eg havi so ikki hoyrt nakað, so vit fáa at síggja, hvat hendir, sigur Jákup á Borg at enda.