Tá Norrøna loysti frá bryggju í Havn seinasta mánamorgun við kós ímóti Lerwick í Hetlandi vóru 24 svimjarar í aldrinum 10-16 ár úr svimjifelagnum Skeggjum við á ferðini.
Ætlanin var at svimja út í eitt í tí lítla hylinum umborð á skipinum á túrinum úr Tórshavn umvegis Lerwick til Bergen og heimaftur.
Svimjararnir svumu tilsamans 158.036 metrar. 79.708 metrar á veg til Bergen og 78.328 metrar á heimferðini.
Hylurin er bert 6,45 metrar til longdar, so tað skuldu nógvar longdir til fyri at náa hesum máli.
Stuðulssvimjing
Endamálið við svimjingini var at fáa penging til vega til felagið. Privatpersónar og fyritøkur høvdu frammanundan bundið seg til at rinda eina ávísa upphædd fyri hvønn meturin.
Sørin Olsen er venjari hjá svimjarunum, og hann var sera væl nøgdur við tiltakið. Ætlanin var annars at fáa hetta metið við í Guinnes metbókina, men hon boðaði frá, at áhugi var ikki fyri at seta hetta metið í bókina.
Einasti trupulleikin var, tá tað rullaði illa. Tá vórðu svimjararnir næstan tveittir úr hylinum, men eingin vandi var tó á ferð.










