Orsøkin til sakarmálið var, at fleiri kundar hjá bilainnflytaranum klagaðu til brúkaraumboðsmannin, tí teir meintu at bilainnflytarin setti órímilig krøv til teirra viðvíkjandi garantiinum uppá nýggjar bilar. Um teir til dømis fingu bilin umvældan á øðrum ikki autoriseraðum bilverkstaði, fall garantiið burtur. Bilhandlarin hevur eisini plikta seg til ikki at seta krøv um at tænastur og umvælingar - ið ikki eru umfataðar av garantiinum - skulu verða gjørdar á einum autoriseraðum bilverkstaði.
Semjan, ið brúkaraumboðsmaðurin hevur gjørt við bilainnflytaran, hevur fingið góða undirtøku frá felagskapinum, De Danske Bilimportører, og verður tað sama galdandi fyri allar teirra limir.
Limirnir í felagsskapin-um, De Danske Bilimportører, seta tó nøkur krøv viðvíkjandi garantiinum uppá nýggjar bilar, sum t.d. at bilarnir verða viðlíkahildnir av útbúnum umvælarum og í samsvar við leiðbeiningarnar í servicebókini. Tó verða ongi krøv um at arbeiðið skal verða gjørt á einum autoriseraðum bilverkstaði. Til eftirsýn og umvælingar, skulu eykalutir, ið eru gjørdir úr sama kvaliteti sum á nýggjum bilum, verða brúktir. Tað er ikki longur eitt krav at brúka originalar eykalutir til eftirsýn og umvælingar
Kelda: Tíðindaskriv frá AUTIG