Klaksvík: Týsdagin byrjaði Sam at hjálpa Dúgvuni við siglingini um Leirvíksfjørð. Og hetta hjálpir væl. Tað sæst bara á røðini, sum ofta plagdi at standa á ferjuleguni. Hálvur tími er millum hvønn túrinhjá skipunum báðum, og fáa tey, ið nýta hesa farleið eina munandi betri tænastu.
? Ja, Sam avlastar nógv, sigur skiparin umborð á Dúgvuni.
? Tað hava ikki verið nakrar bíðirøðir, og fólk sleppa nógv oftari um fjørðin.
Eisini tekur Sam nakað av tí tunga flutninginum, men í løtuni hevur ikki verið so nógv av hesum tunga flutningi.
? Skipini koma helst innaftur í morgin ella ovurmorgin, so tá fer tann tunga ferðslan av álvara at byrjað.
Skiparin á Dúgvuni vísir á, at betri pláss er umborð á skipinum nú, og tað tekur ikki so langa tíð at fáa allar bilarnar í land.
? Ein annar fyrimunur er so, at ongar seinkingar verða, tá tvey skip sigla. Tá eitt skip siglir einsamalt, so tekur tað nógv longri tíð at av-og umborð skipa bilar.
So manningin umborð á Dúgvuni er væl nøgd við hjálpina frá Sam.