SAMKYND
Bogi Davidsen, sum er samkyndur, er í Føroyum í hesum døgum, og hann hevur á ferðini sett sær fyri at tosa við allar teir politisku flokkarnar í Føroyum. Hetta ger hann saman við Søren Nielsen, sum hann livir saman við í samkyndum parlagi í Danmark.
Higartil letur Bogi væl at fundunum.
Týsdagin hitti hann Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin. Mikudagin er tað Fólkaflokkurin og partar av Landsstýrinum. Mikudagin ella hósdagin skal hann eisini á fund við Tjóðveldisflokkin og Miðflokkin.
?Føroysku politikararnir fáa møguleikan at hitta samkynd fólk. Eg og Søren greiða frá okkara støðu, og politikararnir hava møguleikan at spyrja tað, teir vilja, sigur Bogi Davidsen.
At betra um kjaka vónar Bogi verður ein av fylgjunum av prátinum við politikararnar.
Bogi er dagligt lækni í Danmark, men hann hevur ikki hug at flyta til Føroya at búgva, sum støðan er nú.
?Í Danmark eri eg bara lækni og livi eitt vanligt lív. Tað er kortini eingin, sum er eftir mær í Føroyum, men tað er munur rættindunum í Føroyum og í Danmark, sigur Bogi Davidsen.