hóast nógv er skrivað um Congo og Leopold, so er Dollin ikki tikin upp á tungu. Men nú fær eisini hann sítt pláss í heimssøguni, sigur Óli Jacobsen eitt sindur errin. Hóast lítillátin, so er Óli Jacobsen [...] hetta er eitt gjøgnumbrot. Eg eri jú ikki søgufrøðingur, men havi bara Gøtu skúla at dúva uppá, leggur Óli Jacobsen smílandi afturat. Søgan um Dollan – Havnarmannin, sum broytti heimssøguna – er bara ein [...] okkara felags søgu, sigur Óli Jacobsen. Lívsstílurin Við árunum er skrivingin blivin ein lívsstílur hjá Óla Jacobsen. Arbeiðið og ítrivið er smeltað saman. - Eg geri einki annað. Eg dugi heldur einki annað
verður staðfest, hvør er á myndunum, heldur Finnur Johansen ikki, at tær vera serliga spennandi í tíðini framyvir. - Tað stuttliga er at vita hvørjum myndin er av. Bara at vita at tað er ein føroyingur ella [...] 20-árini er ikki bara sum at siga tað, tí alt skuldi jú vera so ektað sum gjørligt. Til bóndahúsið hoyrir ein havi, ið skal fáast í stand. Og ett nú hava vit í havanum eina flaggstong. Hon er so at siga [...] týdning tað hevur at hava henda grøna blettin, sum nú er heilt umgirdur av býarlívinum, liggjandi her í friði, er ikki ringt at fáa eyga á. Her er lætt at koma til hjá fólki, ja, hann liggur so at siga
Hvør er ímóti amerikanska uttanríkispolitikkinum hjá George W. Bush? Hvør er ímóti sonevnda krígnum móti yvirgangi? Hvør vil avdúka loyniligan CIA-fangaflutning í føroyskum loftrúmi? Hvør er ímóti [...] New York, London og Madrid? Og er alt tos um altjóða lóggávu ikki óviðkomandi, tá veruleikin er, at stóru londini ikki taka atlit til hesar “lógir”. Tá veruleikin er, at altjóða politikkur fyrst og [...] og sløðast á skrivaraborðum og skuffum. Fyri summi er Amnesty International ein demokratiskur viti, sum stríðist ímóti órættvísi. Fyri onnur er felagsskapurin ikki annað enn ein vinstravend propa
hana ikki. Hatar hana. Og alt hon umboðar. Hetta er list og ikki fals. Men Paul McCartney er maðurin, ið heldur saman, skipar og fær burturúr. Og tað er ikki so lítið. Enn kennast fólk við Beatles og teirra [...] niður snúgva seg um somu rørslu. Alt broytist, og er tó í javnvág, og hvat, ið enn hendir, er tað tú, sum setir tað í gongd. Moralurin í hesi søgu er, at um tú góðtekur hæddarpunktini, so mást tú eisini [...] hjá altíð fryntliga Kára í SMS. Kagi innar í permuna, sum er í arkarbrotið, jú Klaus Voorman eigur hana. Sami maður, sum skar Revolverplátuna so hegnisliga í 66. I feel fine. "Innan Elvis var einki" skal
eitt hóskandi niðurlag. Kanska er "Lívsmynd," sum eg skrivaði sum 23 ára gamal, mín besta heilsan til lívið. Tað er ikki nakar sosialrealistiskur tungvektari, men sangurin er beint frá hjartanum og hevur [...] hesi árini. Heimurin er nógv broyttur, síðan tú vart ungur. Er hann betri nú? Eg hevði viljað sagt ja, men tað veldst sjálvandi um, hvar tú ert, og hvat tú vilt síggja. Amerika er vorðið betri, Føroyar [...] Føroyar tað sama, men tað er framvegis svárt at hugsa um støðuna í nógvum londum, har dagurin er kríggj, kaos og kúgan . Okkara vælferð fornoktar seg ikki, og tað er spennandi at uppliva alla tøknina og
havi sagt er, at er tað neyðugt hjá samgonguni fyri at fáa eina uppaftur breiðari undirtøku, so eigur man at fara út til allar teir, sum vilja vera við í hesum, og tað við opnum sinni. Tað er hetta eg leggi [...] linum. Tað, sum eg ávaraði ímóti, var, at er man so markantur - og tað er galdandi fyri báðar síður - so hektar man seg sjálvan av, og so hendir einki. Tað er tað ringasta, sum kann henda, nú tá eitt samt [...] Danmark og Føroyar. Tað einasta vit hava at halda okkum til í so máta er sjálvt samgonguskjalið, sum løgmaður eisini hevur skrivað undir. Har er støðan hjá samgonguni til fullveldi o.a. viðgjørt. Men tá løgmaður
bil og fyrireikaði seg til summarið við ferðamannaskipunum, tí sum hann segði, einki er so vist sum deyðin, men einki er so óvist sum deyðastundin, so tað ráddi um at vera fyrireikaður til báðar møguleikarnar [...] við at hann fekk eina sera dugnaliga konu, Renatu, sum er úr Sveis, og sum hevur holla skrivstovutbúgving og málkunnleika, simultantulkur sum hon er bæði í enskum, týskum og fronskum. Tey bæði róku ferð [...] Men hann viknaði skjótt, og lítið kom burturúr, og nú hann doyði mikudagin tann 22. februar kl. 9.45 er neyðugt at gera tað sum hann ynskti, at fáa minningarorðini upp á prent, hóast hann ikki fekk góðkent
veruleika, at hann er ommubeiggi diamantbrúðrina. Um hetta er eindømi, at ein ommubeiggi av brúðrini er við til eitt diamantbrúdleyp er ikki til at siga, men tað hoyrir í hvussu er ikki gerandisdegnum [...] Og tað var hann eisini. Men Richard er meiri enn gubbi at Heininu, hann er eisini ommubeiggi hennara. Gaman í er hann 21 ár yngri enn omma Heininu, og gaman í er hann bert tvey ár yngri enn pápi Heininu [...] 60 ár í einum hjúnarbandi er ikki nakað stutt tíðarskeið, og tað er eisini teimum fægstu unt at liva so leingi saman, antin tað so er sjálvgjørt ella avgjørt av einari hægri makt. Rákið hevur í longri
Konsertin Høllin er fylt á tremur. Formaðurin í Føroya Symfoniorkestri, Poul Jákup Thomsen, ið er Skarvanesmaður, bjóðar okkum vælkomnum til hesa 14. nýggjárskonsertina hjá symfoniorkestrinum. Hetta er maðurin [...] Bernharður er royndur orkesturleiðari bæði á europeiska meginlandinum og í Englandi. Í Íslandi er hann vorðin ein myta sum tann serstakliga dugnaligi, nágreiniligi og eldhugaði orkesturleiðarin, hann er. Millum [...] hann. Tað er ikki hetta ljóðspaka suðið, ið setur dám á tað pre-konsertuella upplivilsið í útlendskum konserthallum. Konserthøllin í Norðurlandahúsinum ljómar sum ein rúmmikil fossur. Her er ikki bara
beauty”. Alt England á gosi. Tað er óvist, um tað er tí, at hann er United-leikari, er so ónossligur í atferð ella tí, at onglendingar ikki høvdu hoyrt “fuck” fyrr, sum væl ikki er nakað eksplisitt banniorð longur [...] tað er hann. Tað er, hvør hann er. Soleiðis sær hann út. Soleiðis ber hann seg at. Ókey, hann er ein seriu-hjúnabandsbrótari, men ikki nakar Che Guevara, eitt seriu-myrðandi uppreistrarikon. Tað er ósiðiligt [...] tyranni.” Og tað er júst hetta, ið hendir hjá okkum, serliga tá ið landsapparatið er so veikt og grunt og virðisfátækt, at tað ikki so nógv er statsmaktin, men heldur felagsskapsnormar, har tað er ein elita ella