Breið semja er í eygsjón

-men skal hon gerast veruleiki, so má í hvussu er Javnaðrflokkurin vera við, og Tjóðveldisflokkurin má eisini vera klárur til at flyta seg, hóast hann longu hevur givið nógv út í samgonguskjalinum sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður eftir aðalorðaskiftið á tingið um Hvítubók. Tað ringasta sum kann henda fyri Føroyar er um alt dettur á gólvið nú, og tí appelerar løgmaður til allar flokkar um at vísa ábyrgd

Hann hevur alla tíðina verið sera varin at úttala seg ov avgjørdan um framtíðar støðu Føroyar og um broytingarnar í viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar. Tað einasta vit hava at halda okkum til í so máta er sjálvt samgonguskjalið, sum løgmaður eisini hevur skrivað undir. Har er støðan hjá samgonguni til fullveldi o.a. viðgjørt.

Men tá løgmaður hevur verið spurdur, hvørja meining og meting hann hevur av teimum ymsu málunum og smálutunum í eini komandi samráðingarútspæli við danir, so hevur hann brúkt tey við tíðini kendu orðini: ?Latið okkum nú bíða, so fáa vit at síggja?. Hetta segði hann undan Hvítbókini, og hetta segði hann eisini eftir, at Hvítbókin kom út. Og hann endurtók hetta undan aðalorðaskiftinum um Hvítubók, sum júst hevur verið.

Nú er aðalorðaskiftið av, og spurningurin er so, hvat sami maður, Anfinn Kallsberg, løgmaður so hevur at siga eftir aðalorðaskiftið um tað samráðingarútspæl, sum so mong spent bíða eftir at frætta meira um?


Dyr standa opnar

-Eg haldi meg vera vorðnan klókari eftir aðalorðaskiftið, sum ikki var so galið. Orðaskiftið hevur sannført meg um, at vit hava ikki fingið eina fæstlæsta støðu, nakað, sum man sjálvandi kundi bera ótta fyri. Henda sannroynd gevur okkum tí framvegis møguleikan at kunna finna saman um eina felags loysn.

Løgmaður sigur, at orðaskiftið kundi fara báðar vegir. Antin bleiv tað latið upp ella bleiv tað stongt fyri semju. Sjálvur heldur Anfinn Kallsberg, at orðaskiftið lat fleiri dyr upp enn tað stongdi. Tí heldur hann tað var eitt positivt og gott aðalorðaskifti.

Løgmaður heldur sjálvur, at allir flokkar vístu ein positivan vilja. -Men sjálvandi er tað eitt sindur langt millum flokkar, og tí eru tað ikki allir møguleikar, sum liggja líka ræðið fyri. Men hetta at tú hevur ein savnandi dialog er sera positivt.

Uppá fyrispurning um tað ikki er so mikið stórur munur millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin, at hetta ger tað ómøguligt at fáa eina semju sigur løgmaður, at hann metir tað ikki at vera so. -Tað eg havi sagt er, at man kann ikki brúka ultimativ krøv í samráðingum til nakað sum helst. Men harfyri kunnu flokkar sjálvandi markera seg markant í einum orðaskifti, uttan at tað skal uppfatast sum, at allar dyr eru stongdar.

Løgmaður sigur, at út frá tónanum í orðaskiftinum leiðir tað seg tann vegin, at tað fer at bera til at fáa eina hampuliga breiða semju.

-Sjálvandi skulu flokkarnir hava møguleika fyri at gera vart við sína støðu. Tá Javnaðarflokkurin vil hava eina loysn innan fyri Ríkisfelagsskapin og at samgongan vil eina sjálvstýrisloysn, so er tað spurn ingurin um at mýkja tey tingini, sum vit ikki eru fult samdir um.


Lítil munur

Løgmaður metir sjálvur - eisini eftir orðaskiftið - at tað er lítil munur millum samgonguna og javnaðarflokkin. Hvat sambandsflokkinum viðvíkur, so liggur hann longri burturi, men tað er positivt, at eisini hann vil vera við og vil fara inn í ein opnan og positivan dialog. Tað metir løgmaður í hvussu er vera nakað heilt nýtt í føroyskum politikki.

-Men fær tú sum Føroya løgmaður og leiðari av samgonguni eitt nú Tjóð-veldisflokkin til at ganga burtur frá sínum krøvum, um hetta er tað, sum krevst fyri at fáa Javnaðarflokkin við?

-Latið okkum nú síggja, hvat vit semjast um í tí prosessini, sum nú kemur. Tað ber ikki til hjá mær at fara út í eitt orðaskifti um samráðingarupplegg og heldur ikki um, hvat hvør skal geva seg og ikki. Eg appeleri til allar flokkar um at vera við til at fáa tað best hugsandi úrslitið burtur úr, sum yvirhøvur ber til og sum tú kanst fáa Føroya fólk at bakka upp um, tvs. sum hevur kjølfesti í føroyska fólkinum.

-Onkur heldur, at Javn-aðarflokkurin og Fólkaflokkurin í veruleikanum standa nærri saman í øllum hesum spurninginum, enn Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin?

-Tað vil eg ikki siga, tí Fólkaflokkurin hevur sjálvandi sína stevnuskrá, og tað er hon, sum í veruleikanum stendur í samgonguskjalinum.

Løgmaður undirstrikar, at tað, sum samgongan stendur fyri, er í veruleikanum stevnuskráin hjá fólkaflokkinum. -Men tað eg alla tíðina havi sagt er, at er tað neyðugt hjá samgonguni fyri at fáa eina uppaftur breiðari undirtøku, so eigur man at fara út til allar teir, sum vilja vera við í hesum, og tað við opnum sinni. Tað er hetta eg leggi upp til.

-Kann tað ikki gerast ein trupulleiki, tá ávísir tingmenn í Tjóveldisflokkinum bart út siga, at flokkurin ætlar sær ikki at flyta seg ein tumma?

-Tað er greitt, at í eini slíkari tingviðgerð sum hesi skulu tingmenn hava loyvi til at siga tað, sum teir ærliga meina. Eg hevði eina lítla viðmerking í tinginum og líkasum minti á, at tað er neyðugt, tá man skal finna semjur at fíla kantar, og tað ivist eg onga løtu í, at vit finna fram til, tá vit seta okkum niður.

-Merkir tað, at eitt nú tjóðveldismenn skulu flyta seg tummar?

-Nú veit eg ikki, hvat lagt varð í hatta. Annars kann eg siga, at Tjóðveldisflokkurin hevur flutt seg rættiliga langt í teimum samgongusamráðingum, sum vóru. Tjóðveldisfloksins stevnuskrá gongur eisini nógv víðari enn tað, sum stendur í samgonguskjalinum. Tað, sum eg ávaraði ímóti, var, at er man so markantur - og tað er galdandi fyri báðar síður - so hektar man seg sjálvan av, og so hendir einki. Tað er tað ringasta, sum kann henda, nú tá eitt samt løgting ynskir broytingar.

Til teirra, sum halda, at bæði flokkur løgmans og Tjóðveldisflokkurin í veruleikanum royna at føra seg fram taktiskt og á ein ella annan hátt at lumpa ella lirka Javnaðarflokkin uppí sína egnu loysn, sigur løgmaður, at teir eru ikki taktikarar, og teir hava heldur ikki nakra skræddaraseymaða loysn, sum støðan fyriliggur í løtuni. -Vit fara nú at royna at fáa eina so breiða semju sum yvirhøvur ber til. Og tá verður tú noyddur at geva fyri at fáa nakað.


Ringasta sum kann henda

Vit spurdu løgmann, um hann ikki fær ein stóran trupulleika, um Javnaðarflokkurin nú bara setur seg afturá og hendur í favn og sigur, at hetta er málið og trupulleikin hjá samgonguni, og tí má hon sjálv loysa hann, ikki minst nú Javnaðarflokkurin varð settur uttanfyri, tá landsstýrið varð skipað?

-Tað er eisini eitt av tí ringasta, sum kann henda. Við at seta seg uttanfyri, so fær tú kanska einki sum helst burtur úr á hesum økinum. Og tað er ímóti tí, sum vit allir vilja. Eg trúgvi, at Javnaðarflokkurin er meira seriøsur enn so, at hann gera eitt taktiskt ?trick?, tí her liggja nakrir møguleikar nú, sum vit neyvan hava havt nakrantíð, síðani vit fingu Heimastýrislógina. Og tað er ein spurningur, um vit nakrantíð fáa henda møguleika aftur.

-Men fær tú ikki Javnaðarflokkin við, so skal tú jú út í eitt eksperiment, sum tú sjálvur longu hevur koldømt frammanundan?

-Fáa vit ikki eina hampuliga breiða parlamentariska undirtøku, so beri eg ótta fyri, at vit ikki fáa meiriluta í fólkinum, og tá er alt hetta dømt til at miseydnast.

-Men hvat ger Føroya løgmaður tann dagin, at Javnaðarflokkurin kanska velur at siga bart út nei til at vera við í eini samgonguloysn?

-Latið okkum nú síggja, hvat hendir. Men tað er greitt, at grava partarnir seg niður, so er júst hetta tað ringasta, sum kann henda. Tá hendir einki.

-Men kann man ikki rokna við, at Javnaðarflokkurin, við hesi lyklastøðu sum tú áleggur honum, fer at seta rættiliga stór krøv til eitt nú Tjóðveldisflokkin fyri yvirhøvur at vera við?

-Um Javnaðarflokkurin einsíðugt grevur seg niður, so hevur hann sanniliga skapt sær ein trupulleika, tí hann hevur so ógvuliga kraftiga markerað, at hann hevur lagt eitt sjálvstýrisuppskot fram, hann ynskir broytingar osfr. Um man so av taktiskum orsøkum ikki vil vera við til nakað sum helst, so kemur hann í andstøðu við seg sjálvan. Hetta er so eisini galdandi fyri allar flokkar: man sigur, at man ynskir broytingar, og tað inniber, at man er noyddur til at medvirka til tær broytingar, sum møguliga kunnu koma burtur úr.

Anfinn Kallsberg sigur, at man sjálvandi kann koma til eitt punkt, har man meinar, at broytingar ikki meira eru til fyrimunar fyri ein sjálvan, og tí koppar ein av. -Tá hava vit ein nýggjan trupulleika. Eg skal ikki pástanda ella vera so optimistiskur, at vit ikki kunnu koma til tað punktið, men eg vóni tað ikki. Eg vóni, at vit hava so ábyrgdarfullar politikarar í tinginum, at teir ynskja at vera við til at fremja broytingar.

Løgmaður sigur, at eftir orðaskiftinum at døma, so sá hann ein tendens til at allar kreftir eru meira ella minni positivar.

-Men kann man ikki rokna við, at Javnaðarflokkurin, sum jú ikki slapp við í landsstýrið á sinni, og sum síðani tá hevur verið fyri sera hørðum atfinningum frá ikki minst Tjóðveldisflokkinum, nú fer at krevja nakað aftur fyri at ganga við til eina breiða semju?

-Allir flokkar hava meiningar og prioriteringar á hesum øki. So er tað spurningurin, um vit eru so mikið at okkum komnir, at vit burtur úr tí kunnu finna til eina semju.

Løgmaður sigur, at landsstýrið fer nú at gera eitt útspæl til samráðingar, sum verður viðgjørt í Uttanlandsnevndini. -Har eru vit so hepnir, at allir flokkarnir í andstøðuni eru við. So tað er eitt gott forum at viðgera hetta málið í, og tað er eisini nakað, sum bæði tingskipanin og stýriskipanarlógin fyriskriva.

Løgmaður vónar ikki, at hendingin í Uttanlandsnevndini fyrr í ár, tá formaður javnaðarfloksins varð settur frá sum formaður fer at fáa nakra óhepna ávirkan á viðgerðina har, hóast hann heldur, at tað kanska hevði tænt søkini, um andstøðan átti formannin.