gi, helt ikki víkiskylduna og stoytti saman við ein lastbil, sum kom suður eftir Fjarðarvegi, sum er høvuðsvegurin. Løgreglan sigur, at bilførarin á persónbilinum varð førdur á Landssjúkrahúsið til kanningar [...] heldur, at hetta var ótrúliga væl sloppið, tí stoyturin var so harður, at bilurin hjá honum fór í pulvur. Løgreglan sigur, at hann verður skuldsettur fyri ikki at hava hildið sína treytaleysu víkiskyldu
Vatn, støv, útgerð, elektronikkur og alt fleyt runt inni í bilinum. Mín fyrsti tanki var, at her var okkurt spinnandi galið, sigur Valdimar Tjørnudal. Hann sat aftanfyri hann, ið stýrdi bilin, og sat og [...] unum hjá herdeildini rendi á eina av hesum landminunum. Henda var upprunaliga ætlað størru akførunum, so sum stríðsvognum og kundi lættliga sprongt ein slíkan í smæstu petti. Manningarbilurin hjá Valdimari [...] brustu bert tvær teirra í hesum førinum. - Brast tann triðja løðingin, so stóð ikki væl til hjá okkum, sigur føroyski hermaðurin. Ikki tí, bresturin var ivaleysa sterkur, tí aftaná kundu teir staðfesta
hann. Men nú er gjørt av, at vøllurin skal eita Vøllurin við Margáir, sigur Sunda Kommuna á síni heimasíðu. Tað er trivnaðarnevndin hjá kommununi, ið hevur mælt til at kalla vøllinm so og hesum hevur bygdaráðið [...] gott kappingarár í fjør, ikki minst við at vinna minniligu finaluna um Løgmanssteypið, og av Eiði og suður gjøgnum alt Sundalagið eru vónirnar tí bjartar aftur í ár, siga tey. Felagið eigur eina stóra og trúgva
var og dyrgdi seinnapartin í gjár. Hann sigur, at teir loystu um 15-tíðina og vóru burtur í umleið hálvan triðja tíma. - Vit royndu út fyri bygdini í Skúvoy og suður úr bygdini. Her var smekkfult av stórum [...] stórum og góðum seiði at fáa. Seiðurin er spikafeitur og fullur í nebbasild. Harry Jensen sigur, at tá talt var upp í stóru rúgvuni, høvdu teir 435 stórseiðir, sum eitt nú verða gjørdir til knettir og frikadellir [...] tað eru nógv ár síðan seinast. - Jú, tað sær út til, at okkurt er broytt, soleiðis at umstøðurnar hjá fuglinum er vorðnar nakað betri, enn tær hava verið í fleiri ár. Men, skal nøkur verulig broyting síggjast
kostar fleiri milliónir, sigur Bjarki Skúvadal í Vestmanna, men vil ikki siga nágreiniliga, hvør prísurin er. Báturin, sum nú er á veg, varð kontraktaður í Íslandi í december 2003, sigur hann. Tað hevur gingið [...] Hini grannalondini hjá okkum høvdu ikki slíkar avmarkingar. Men tað hjálpti okkum einki. Vit máttu lýða danska lóg. So vit fingu ikki tann bátin, vit ætlaðu okkum, tá vit ætlaðu tað, sigur hann. Tað er ikki [...] Hendan reglan er komin síðani. Talan er um ein trygdarreglu, danir hava sett orsakað av brunavanda, sigur hann. Men so varð skipasýnið yvirtikið, og vit fingu okkara egna skipaeftirlit. Saman við ti stovninum
umvældur. Gamli skúlin var hugnaligur, men har var trongligt og umstøðurnar hjá børnunum at spæla vóru ikki tær bestu, sigur Hilmar Hilmar minnist, at illa lá fyri at gera stórvegis úti, men í sekstiárunum [...] tí heilsan bilaði, sigur Hilmar. - Eg havi eisini verið deknur í kirkjuni síðani 1967, onkutíð eisini áðrenn tað. Tað havi eg havt stóra gleði av og tað hava onnur vónandi eisini, sigur Hilmar, ið ikki veit [...] altíð ein gleði hjá einum lærara, tá tað gongst næmingum væl og teir koma væl fyri í lívinum. Nú havi eg verið lærari so leingi í Porkeri, at nógv av skúlabørnunum í dag, eru børn hjá teimum, ið gingu
ein maður, ið er kendur fyri at ræðast eina avbjóðing. Flestu føroyingar munnu kennast við navnið hjá Føroya fremsti íðkara innan trídyst. Ein ítróttur har íðkarar kappast í súkkling, renning og svimjing [...] Suðuroynni hevur nevniliga valt at lata skúlan í hendurnar á føroyska jarnmanninum, ið harvið verður fyrsti leiðarin á nýggja skúlanum. Tá umsóknarfreistin til at søkja leiðarastarvið í nýggja ítróttarháskúlanum [...] heild. Mær dámar starvið sum leiðari í Ítróttarháskúlanum,og eg føli, at her kann eg gera ein mun, sigur Guðmundur Joensen um orsøkina til, at hann søkti starvið. Umframt at vera Føroya fremsti íðkari innan
samstarvi, sigur Peg Saragina avgjørd. - Eitt av endamálunum við ISBE er at læra øll limalondini at kenna. Og tað sigur seg sjálvt, at besti mátin at læra eitt land at kenna er við at uppliva landið, sigur Peg [...] Peg Saragina, forsetin í ISBE, var fyrsti røðarin á pallinum eftir at løgmaður hevði sett ráðstevnuna hjá International Society for Business Education (ISBE) uppi í Norðurlandahúsinum fyrrapartin mánadagin [...] hevur brúk fyri vinnuni. Tað er veruleikin hjá okkum, staðfestir forsetin í ISBE. MYNDTXT: - Tað er skúlin, sum hevur brúk fyri vinnuni og ikki umvent, sigur Peg Saragina, forseti í ISBE
útiøkinum suður eftir á Skúlatrøð, at børn, ung og familjur dagliga og í vikuskiftum hugna sær við teimum møguleikum, sum har eru. Hesir møguleikar gerast nú enn fleiri, sigur Eyðstein Ó. Poulsen. Fyrsti parturin [...] takast við í skúlagarðinum, kann eisini styrkja felagsskapin og sostatt trivnaðin hjá næmingunum. Tað hevur stóran týdning, sigur Eyðstein Ó. Poulsen. Nýggja útiøkið, sum serliga er ætlað miðdeild skúlans, næmingum [...] til nýtt útiøki norðan fyri Skúlatrøð, sum er samtykt av býráðnum, og nú fer arbeiðið í gongd. Tað sigur Eyðstein Ó. Poulsen, formaður í trivnaðarnevndini børn & ung. Leikur og spæliútgerð eru bíløgd, og
havt rættiliga stóran týdning fyri trivnaðin hjá ungdóminum í oynni, eru bæði fyrrverandi og núverandi skúlastjórarnir samd um. -Men tað er ikki nóg gott, sigur Emmy Joensen. Tað krevur nógva tíð og orku [...] veruleiki. -Tað er rættiliga nógv, sum bendir tann vegin, sigur hon. Sjálvur 40 ára dagurin verður hildin við einum tiltaki á skúlanum fyri næmingunum, sigur Emmy Joensen, skúlastjóri, sum leggur aftrat, at sjálvandi [...] páskadag 1961. Upprunaliga byrjaði skúlasamstarvið millum hesar báðar kommunurnar longu í 1955, tá fyrsti fundurin um skúlasamstarv varð hildin. Síðan varð arbeitt miðvíst fram í móti at byggja eins stóran