Báturin, sum í løtuni verður gjørdur liðugur í Íslandi, er knappar 14 metrar langur, góðar fýra metrar beiður, hevur tvær 500 HK maskinur og fer at taka millum 40 og 50 ferðafólk.
Hann kostar fleiri milliónir, sigur Bjarki Skúvadal í Vestmanna, men vil ikki siga nágreiniliga, hvør prísurin er.
Báturin, sum nú er á veg, varð kontraktaður í Íslandi í december 2003, sigur hann. Tað hevur gingið nakað av tíð at fáa alt í rættlag, tí ávísar forðingar hava verið, síðan farið varð undir hesa verkætlanina av fyrstan tíð.
Drúgv ætlan
?Tað var soleiðis, greiðir Bjarki Skúvadal frá, at danska skipasýnið, sum vit vóru undir til fyri einum tveimum, trimum árum síðan, góðkendi ikki glastrevjabátar til fleiri enn 12 ferðafólk. Hini grannalondini hjá okkum høvdu ikki slíkar avmarkingar. Men tað hjálpti okkum einki. Vit máttu lýða danska lóg. So vit fingu ikki tann bátin, vit ætlaðu okkum, tá vit ætlaðu tað, sigur hann.
Tað er ikki tí, tekur hann aftur í aftur. Tá Barbara, sum Skúvadal eisini eigur, varð smíðað í 1997, var eingin trupulleiki. Hendan reglan er komin síðani. Talan er um ein trygdarreglu, danir hava sett orsakað av brunavanda, sigur hann.
Men so varð skipasýnið yvirtikið, og vit fingu okkara egna skipaeftirlit. Saman við ti stovninum hevur so verið arbeitt fyri at fáa reglur, sum partarnir kundu góðtaka, og tað hevur gingið væl, sigur Bjarki Skúvadal. Skipaeftirlitið setir somu treytir í so máta, sum eitt nú norðmenn og íslendingar gera.
Væl útgjørdur
Nýggi báturin, sum Skúvadal letur smíða í Íslandi, eitur Víkingur og er sera væl útgjørdur. Hann er gjørdur sum ein bussur, greiðir Bjarki Skúvadal frá. Eini 40 - 50 fólk fáa sitið inni umborð á bátinum. Men sjálvandi er eisini pláss fyri øllum ferðafólkunum úti, tá tey ynskja tað. Bæði á afturdekkinum, sum er á leið líka stórt sum tað á Barbaru, og eisini á takinum. So í grundini er báturin útgjørdur sum ein opin dupultdekkaður bussur, heldur hann.
Báturin er útgjørdur við bógskrúvu, sum er ógvuliga hent, tá siglt verður í gjáum og trongum sundum. Hann hevur styrktan skrokk. Og eisini er hann væl útgjørdur við nautiskari útgerð. Tveir radarar, gps, ekkolodd og tað, sum tørvur er á til tað brúkið, báturin skal nýtast til. Og sjálvandi er øll tann kravda trygdarútgeðrin eisini umborð, leggur Bjarki Skúvadal dent á. Eisini er hann gjørdur soleiðis, at til ber at sita úti og stýra.
At báturin hevur góða maskinkraft, ger hann væl egnaðan til at klára aðrar uppgávur enn bert at sigla við ferðafólki undir Vestmannabjørgunum. Hann kann eitt nú leigast til longri túrar aðrastaðni í landinum.
Drúgvar royndir
Felagið Skúvadal, sum er ein familjufyritøka, hevur drúgvar royndir í hesum at sigla við fólki Eystur undir Land, sum teir siga. Tað sum vanliga verður nevnt undir Vestmannabjørgini.
Tað byrjaði eitt sindur óskipað við at farið varð við onkum einstøkum bólkum ella einstaklingum, sum vildu sleppa at síggja landslagið, greiðir Bjarki Skúvadal frá. Soleiðis plagdu fleiri vestmenningar at gera. Tann fyrsti, sum skipaði hesa siglingina, var Hannis Egilsnes einafeðr í sekstiárunum, heldur hann. Men hann gavst skjótt, og Fríðrikur Bláhamar tók so táttin upp.
?Tá hann gavst, heitti hann á meg um at fara við onkrum bólki, hann hevði lovað at siglt. Tað gjørdi eg so, og soleiðis byrjaði tann skipaða siglingin. Tað var í 1977 við Urðardrangi, greiðir Bjarki Skúvadal frá.
Í dag hava Skúvadalsmenninir tveir bátar. Urðadrang og Barbaru. Víkingur er á veg, umframt at teir eisini eru við í eini verkætlan við matstovu og kunningarstovu, eitt sonenvt »turistsentur« á havnarlagnum Inni á Fjør í Vestmanna. Hesin bygningurin skal eftir ætlan standa liðugur um somu tíð, sum Víkingur er væntandi úr Íslandi í apríl í ár.
Fyri stuttum varð 200 HK maskinan í Barbaru skift út við eina 450 HK maskinu, sum ger, at hon gongur rættiliga fitt skjótari enn áður.
Tað liggja ávísar treytir við at sigla við ferðafólki soleiðis, sigur Bjarki Skúvadal. Kravið til teir størru bátarnar er, at minst tveir mans, har annar hevur nautiska útbúgving, eru við. Við Urðardrangi er vanliga bara ein maður. Meira verður ikki kravt, tá 12 ferðafólk ella færri eru við.









