Slapp við lívinum frá ógvusligari spreinging

Leygarmorgunin fekk føroyski hermaðurin, Valdimar Tjørnudal at sanna, hvussu vandamikið tað er at vera útstasjoneraður í Afghanistan: Ein landmina kundi eins væl gjørt enda á 27 ára gamla lívi hansara. – Men vit vóru sera hepnir. Brast tann triðja løðingin, so komu vit ikki livandi frá hendingini, sigur hann í hesi eksklusivu samrøðuni við Sosialin

Afghanistan: - Sjálvandi er ein í sjokk eftir ein slíkan tilburð. Men veitst tú hvat – vit sótu bara og flentu aftaná!!

Síðani í januar mánaði hevur 27 ára gamli Valdimar Tjørnudal úr Signabø verið partur av donsku herdeildini í Helmand-landslutinum í Afghanistan.

Leygardagin gekk veruleikin upp fyri honum um, hvussu vandamikið eitt slíkt starv í roynd og veru er: At tað snøgt sagt kann kosta einum lívið, hóast ein situr trygt í sterkum bili.

Eitt størri bilafylgi kom henda morgunin koyrandi gjøgnum eitt øki, tá bilurin hjá Valdimar brádliga koyrir á eina landminu, ið var løgd út júst við hesum endamálinum.

Henda var so mikið sterk, at bilurin varð slongdur upp í luftina og øll vinstra síðan í bilinum sprongd burtur. Hetta var sama síðan, sum førarin og Valdimar sótu.

- Eg merkti bara, at okkurt var galið, tá eg brádliga fekk alt dúrkið á bilinum upp undir meg. Tað føldist akkurát sum um onkur stóð og langaði ein hamara upp undir føturnar á mær. Tað vísti seg, at henda minan hevði sprongt alla vinstru síðuna í pettir og alt var tað reina kaos.

- Vit hava fingið at vita, at hesir PMV-bilarnir eru av sterkasta slagi. Og tað fingu vit sjálvir fullgott prógv fyri henda morgunin. Var talan um onkran annan bil, hevði hann helst endað sum ein kroyst sardin-dós!

- Vit hava so í øllum førum fingið eitt skrivligt prógv um, at bilurin er rættiliga tryggur, slær Valdimar fast.

Hann fekk nakað av skaða í báðar føturnar og liggur í løtuni á sjúkrahúsi í Danmark. Í gjárkvøldið hittu vit hann á Ríkissjúkrahúsinum til eitt prát. Lagið var gott, og gleðin um at vera komin frá hendingini við lívinum er sterk.

- Men uppgávan í Afghanistan er ikki liðug. Eg MÁ út aftur at gera hana lidna, so teir næstu hermenninir kunnu halda fram, tá okkara partur av uppgávuni er loystur, sigur Valdimar Tjørnudal við Sosialin.


Óynsktir

Tað vóru ógvuslig tíðindi, ið fyrst bórust í donskum og seinni í føroyskum fjølmiðlum, um teir tríggjar donsku hermenninar, sum vóru fyri álopi í Helmand-landslutinum.

Teirra uppgáva sum partur av altjóða ISAF-herdeildini er at tryggja friðin og at byggja landið uppaftur eftir herviligt borgarakríggj. Men tað er júst hetta arbeiðið, sum øll í landinum ikki eru eins fegin um – millum annað teir mongu taliban-hermenninir.

Fyri ein vanligan hermann í danska herinum eru teir vitandi um, at teir eru óynsktir í landinum.

Henda minniliga leygardagin fekk so Valdimar sjálvur eisini eina ávaring um, at støðan er lítið broytt í so máta, hóast ISAF hevur verið leingi í herjaða landinum.

Í brotpartinum av einum sekundi kundi lív teirra verðið broytt fullkomuliga, og teir kundu í ringasta føri komið heim aftur til síni kæru í kistum.

Men eitt Guds undur bjargaði teimum frá tí ringasta sum henda kundi.

- Men taðvejden, man reagerar so løgið aftaná eina slíka hending. Vit sótu fyrst bara og flentu eftir hesum, hóast tað kann ljóða heilt víð síðuna av, tá ein júst er sloppin við lívinum eftir eitt slíkt álop.

- Ein hugsar eisini um, hvat ein kundi havt gjørt betri og hvussu makkararnir hava tað. Ja, ein hugsar næstan meiri um teir enn um seg sjálvan.

- Seinni settu vit okkum so niður at tosa um tað sum veruliga var farið fram – og serliga um tað, sum KUNDI verið hent. Hetta var góð psykologi-hjálp fyri okkum, at kunna tosa við hinar um alt hetta, sigur Valdimar.


Fullkomið kaos

Hesa løtuna komu teir koyrandi friðarliga í einum bilafylgi. Teir vóru tann aftasti bilurin, og vóru júst í ferð við at snara bilinum annan vegin, tá alt bara bleiv buldur og brak.

- Vit bóltaðu runt inni í bilinum, og har var alt í einum ógvusligum kaosi: Vatn, støv, útgerð, elektronikkur og alt fleyt runt inni í bilinum. Mín fyrsti tanki var, at her var okkurt spinnandi galið, sigur Valdimar Tjørnudal.

Hann sat aftanfyri hann, ið stýrdi bilin, og sat og durvaði eitt sindur, tá teir rendu á minuna. Næstu løtuna merkti hann okkurt í øðrum fótinum!

Hann var vorðin skaddur í bardaga!


Smæstu petti

Ein partur av mótstøðuni hjá talibanunum hevur verið at leggja landminur út ymsa staðni. Hesar, saman við teimum sum russar løgdu út í síni tíð, eru enn til stóran ampa fyri tey lokalu og teir útlendsku hermenninar.

morgunin bar soleiðis á, at ein av manningarbilunum hjá herdeildini rendi á eina av hesum landminunum. Henda var upprunaliga ætlað størru akførunum, so sum stríðsvognum og kundi lættliga sprongt ein slíkan í smæstu petti.

Manningarbilurin hjá Valdimari er munandi minni og ikki eins sterkur og ein stríðsvognur. Hóast teir raktu landminuna, fór bilurin ikki so illa sum ein annars kundi væntað!

- Ja, vit vóru sera hepnir, sigur Valdimar. Ein slík landmina liggur væl grivin niður í vegin, og er nærum ómøgulig at síggja.


Hol uppá tríggjar metrar

Hetta er ein sterk mina við trimum løðingum, sum bresta hvør eftir aðrari eftir ongari tíð. Tíbetur brustu bert tvær teirra í hesum førinum.

- Brast tann triðja løðingin, so stóð ikki væl til hjá okkum, sigur føroyski hermaðurin.

Ikki tí, bresturin var ivaleysa sterkur, tí aftaná kundu teir staðfesta eitt 3 metrar stórt hol í vegnum, har minan brast.

Beint eftir hendingina morgunin, komu Valdimar og hinir báðir undir læknahond. Staðfestast kundi, at hann hevði fingið mesta skaðan av teimum trimum – skaðar í báðar hælirnar, meðan hinir báðir fingu smærri snuddir.

Hann varð síðani fluttur á Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn, har hann í morgun skal kannast enn meiri. Men fyri Valdimar er stríðið – bæði so og so! - ikki av:

- Eg ætli mær avstað aftur til Afghanistan so skjótt sum eg kann. Eg ætli mær at fullføra tað arbeiðið, sum vit eru byrjaðir uppá! 





Avstað aftur

Fyri ein føroyskan hermann at arbeiða í fíggindalandi er hetta ein roynsla, sum teir mugu liva við hvønn einasta dag.

Fyri teir er helst tryggast at halda seg á herstøðini – Camp Bastion – men fara teir út um portrið, lúra vandarnir allastaðni: Talibanar, minur ella annað sum kann vera teimum donsku hermonnunum at skaða ella at bana.

- Vandin lúrir í roynd og veru beint uttanfyri portrið á herstøðini. Tá vit fara útum, vita vit jú ikki um vit koma heilskapaðir aftur.

- Hetta er tann veruleikin, sum vit liva í. Ein má bara vera kaldur og sláa kalt vatn í blóðið. Vit eru settir her at gera eitt arbeiði, og mugu tí ikki lata hugsanina um allar vandarnar taka yvirhond, sigur hann.

Teir tosa ofta um tað vandafulla arbeiðið sum teir eru í dagliga. Teir mugu í veruleikanum fyrireika seg uppá tað, at tað, sum hendir øðrum, eisini kann henda teimum.

- Ja, vit mugu bara góðtaka, at eru vit á skeiva staðnum til tað skeiva tíðspunktið, so kann tað enda forferdiligt. Hetta er nakað sum ein bara má læra seg at liva við, slær Valdimar Tjørnudal fast.