Slapp ótrúliga væl frá ógvusligum óhappi

Ein bilførari má helst taka koyrikortið av nýggjum

Beint fyri døgurða í gjár hendi eitt ógvusligt ferðsluóhapp í Skálafjørði, á  Ein persónbilur, sum kom yvir um fjørðin eftir Skálafjarðarvegi, helt ikki víkiskylduna og stoytti saman við ein lastbil, sum kom suður eftir Fjarðarvegi, sum er høvuðsvegurin.

 

Løgreglan sigur, at bilførarin á persónbilinum varð førdur á Landssjúkrahúsið til kanningar, men hann varð útskrivaður aftur. Løgreglan heldur, at hetta var ótrúliga væl sloppið, tí stoyturin var so harður, at bilurin hjá honum fór í pulvur.

 

Løgreglan sigur, at hann verður skuldsettur fyri ikki at hava hildið sína treytaleysu víkiskyldu og tískil er væntandi, at hann missur koyrikortið treytað. Sosatt má hann taka tað av nýggjum, annars missur hann tað heilt.