Skúlatrøð í Klaksvík fær nýtt útiøki

- Tað, at næmingarnir hava okkurt ítøkiligt at takast við í skúlagarðinum, styrkir felagsskapin og trivnaðin. Hetta hevur stóran týdning, sigur Eyðstein Ó. Poulsen, formaður í trivnaðarnevndini børn & ung.

- Í góðum samstarvi við skúlaleiðslu, lærarar og næmingar hevur ein byggibólkur gjørt uppskot til nýtt útiøki norðan fyri Skúlatrøð, sum er samtykt av býráðnum, og nú fer arbeiðið í gongd.

 

Tað sigur Eyðstein Ó. Poulsen, formaður í trivnaðarnevndini børn & ung.

 

Leikur og spæliútgerð eru bíløgd, og um stutta tíð fer arbeiðið í gongd at gera fyrra partin av hesum nýggja útiøkinum. Tað, sum verður gjørt í ár, er eitt amfi og ymiskir møguleikar fyri aktivitetum og leikum. 

 

Eftir ársskiftið verður so hildið fram við fremjingini av seinna parti av hesum nýggja útiøki. Tann parturin fevnir eitt nú um ein sparkivøll umframt aðrar møguleikar at verða virkin likamliga.

 

- Tað, at næmingarnir hava okkurt ítøkiligt at takast við í skúlagarðinum, kann eisini styrkja felagsskapin og sostatt trivnaðin hjá næmingunum. Tað hevur stóran týdning, sigur Eyðstein Ó. Poulsen.

 

Nýggja útiøkið, sum serliga er ætlað miðdeild skúlans, næmingum í 4.-6. flokki, verður í fyrsta lagi til gleði fyri næmingarnar á Skúlatrøð, sum leingi hava saknað nøktandi útimøguleikar, men hetta verður eisini eitt spennandi stað fyri almenningin.

 

Her kunnu fólk fara saman við børnum og ungum og hugna sær í frítíðini.

 

- Hetta hava vit longu sæð á útiøkinum suður eftir á Skúlatrøð, at børn, ung og familjur dagliga og í vikuskiftum hugna sær við teimum møguleikum, sum har eru. Hesir møguleikar gerast nú enn fleiri, sigur Eyðstein Ó. Poulsen.

 

Fyrsti parturin av arbeiðnum, sum verður gjørdur í ár og sum vónandi verður liðugur í heyst, kostar umleið tríggjar miljónir krónur.

 

Byggibólkurin, sum hevur arbeitt við innrættingini av økinum, er mannaður við umboðum fyri Skúlatrøð, býráðsumsitingina og politisku skipanina. Hesi eru:

 

Eyðstein Ó. Poulsen, formaður í trivnaðarnevndini børn & ung, Vivian Guðjónsson, varaskúlastjóri, Unnur Fonn, lærari, Carsten Wigant Andersen, lærari og umboð fyri skúlan, Hans Fróði Hansen, byggifrøðingur og John Færø, trivnaðarstjóri.