Skúlin hevur brúk fyri vinnuni

Tess betur tú kennir søgu, tess betur kennir tú menniskju. Tað sigur forsetin í ISBE, Peg Saragina, sum uttan at blunka sigur, at tað er skúlin sum hevur brúk fyri vinnuni og ikki umvent

Peg Saragina, forsetin í ISBE, var fyrsti røðarin á pallinum eftir at løgmaður hevði sett ráðstevnuna hjá International Society for Business Education (ISBE) uppi í Norðurlandahúsinum fyrrapartin mánadagin. Hon var sjónliga hugtikin av oyggjum okkara og sum tað allarfyrsta segði hon, at hon var vorðin forelskað í Føroyum.
Hon hevur verið í Føroyum seinastu dagarnar og saman við høvuðsnevndini hjá ISBE, har Heðin Samuelsen er varaforseti, hevur hon fingið síðstu tingini upp á pláss á ráðstevnuni.

Kennir tú søgu kennir tú menniskju
Tað var aftan á setanina av 78th SIEC / ISBE International Conference, sum ráðstevnan í Norðurlandahúsinum so fornemt eitur, at vit fingu orðið á forsetan ISBE, Peg Saragina.
Á setanini vórðu luttakararnir kunnaðir um, at á skránni hjá teimum dagarnar fram til 29. juli eru átta fyrilestrar, verkskeið, seminar og framløgur. Men síðani er eisini ein rúgva av túrum og útferðum, sum luttakarnir eru partur av. Argandi spyrji eg hana, um hetta ikki meiri er hugni enn nakað annað.
- Nei tað vil eg als ikki siga, smílist hon. - Vit leggja stóran dent á tað sosiala og at vit skulu fáa nógv burtur úr har, tí tað er har at týdningarmikil bond vera knýtt, sum kunnu verða grundarlag undir einum framtíðar samstarvi, sigur Peg Saragina avgjørd.
- Eitt av endamálunum við ISBE er at læra øll limalondini at kenna. Og tað sigur seg sjálvt, at besti mátin at læra eitt land at kenna er við at uppliva landið, sigur Peg Saragina og vísir á, at tess betri tú kennir søgu tess betri kennir tú menniskjur. - Og nú er tað soleiðis, at vit hava við menniskjur at gera, og tí er tað helst ikki so býtt, at vit gera so nógv burtur úr tí sosiala, staðfestir hon smílandi.

Dagføra felagsskapin
ISBE er ein felagsskapur, sum virkar fyri samstarvi millum vinnulív og handilsskúlaútbúgvingar. Á okkara leiðum verður tað av mongum mett ikki at vera rætt, um stovnar og fyritøkur hava ov stóra ávirkan á einstøku skúlarnar, men tað samsvarar ikki heilt við hugsanarháttin hjá ISBE.
- Vit meta at tað er av stórum týdningi, at vinnan og skúlin samstarva, tí tað er nú einaferð soleiðis, at tað er vinnan sum skal brúka tey fólkini, sum vit útbúgva og tí hevði tað verið undarligt um vit ikki samstarvaðu, greiðir Peg Saragina frá.
- Tað er ikki vinnan, sum hevur brúk fyri skúlanum, men skúlin, ið hevur brúk fyri vinnuni. Tað er veruleikin hjá okkum, staðfestir forsetin í ISBE.

MYNDTXT: - Tað er skúlin, sum hevur brúk fyri vinnuni og ikki umvent, sigur Peg Saragina, forseti í ISBE