aðru deild nakað ógvusligur til tíðir. Somikið ógvusligur, at málið uttan iva fór at fáa eftirspæl fyri Erling Fles, sum seint í dystinum ?eftir at hava fingið reyða kortið - tók í annan hjálpardómaran. [...] stóð fast, at leikarin fær eitt leikbann áljóðandi fimm leikdagar. Hetta merkir, at Erling Fles ikki verður tøkur hjá KÍ fyrr enn til teir báðar seinastu dagarnar. Seks dystir eru eftir at leika í næstbestu [...] tá KÍ leikti á Toftum. Karl Vidtfeldt, formaður í kappingarnevndini, sigur um dómin, at teir fyrst og fremst hugdu at, hvørja revsing onnur líknandi mál høvdu fingið. Her hevur revsingin sveiggjað úr fýra
møguleikanum at sleppa at royna seg í altjóða dysti fyri barndómsfelagið. - Hetta er ein uppliving fyri seg, og vónandi er hetta heldur ikki síðstu ferð hjá okkum. Realistiskt kunnu vit ikki vænta okkum at koma [...] við úrslitið ella sín egna innsats. - Eg haldi, at vit taptu ov nógv, og okkurt av málunum hjá teimum var í so bíligt. Og sjálvur átti eg í øllum førum at havt skotið eitt mál, men tók tíverri ta skeivu [...] koma víðari hesa ferð, men hinvegin ræðast vit teir heldur ikki meira enn so, at vit eiga at stríðast fyri møguleikanum, so leingi vit hava hann, heldur Jónstein. - Spælararnir hjá Lyn eru kropsliga væl fyri
2. deild Tað er ikki sørt, at teir hjá ÍF eru um at kenna andan av kappingarneytunum. Alt árið hevur tað annars verið so, at tað hevur verið ÍF og so hini, men í seinnu hálvu er tó meira av spenningi komið [...] hálvleiki var so sum so við málmøguleikunum, og tí var tað kanska í lagi, at liðini fingu eitt stig í part. Tað er tó einki at ivast í, at fuglfiriðingar sjálvir nú vilja hava eitt sindur á ferð á. Um tvær vikur [...] oddinum, um ÍF ikki fær nakað við sær. Hjá VB ræður nú einamest um at røkka so høgt, sum tilber. Liðið hevur longu rokkið setninginum um at halda plássið í deildini, og spurningurin er so, hvørt teir kunnu
1948 til at fáa føroysk skip, ið fiskaðu við Ísland, at tekna seg fyri at keypa agnsild. Í 1949 búsettist hann í Føroyum. Hann avgreiddi íslendsk skip, sum løgdu inn í Føroyum. Ólafur sá skjótt at grund-arlag [...] undir at innflyta sjóklæðir og arbeiðsklæðir. Hann seldi eisini annað enn íslendskar vørur, sum t.d. oljufýr til hús og dekk til bilar og onnur akfør. Eisini seldi hann íslendskar keks og ikki at gloyma [...] við fiskiskipum og arbeiði í fiskivinnuni á landi. Frá tí at Ólafur kom til Føroyar, fyri meira enn 50 árum síðan, hevur hann arbeitt fyri at menna sambandi millum Ísland og Føroyar. Í oktober 1998 handaði
ótal av málmøguleikum, men inn vildi bólturin ikki. Av og á var eg bangin fyri, at dysturin fór at enda málleysur, og at vit bert skuldu fáa tað eina stigið við okkum heimaftur. Eg havi spælt nógvar slíkar [...] Føroyar-Týskland Tað var ómøguligt hjá okkum at hitta nakran av týsku landsliðsleikarunum eftir dystin, og tí loyva vit okkum at endurgeva nakað av tí, teir hava sagt við týskar fjølmiðlar eftir dystin [...] framvegis á odda í bólkinum. Christian Wørns: -Vit máttu bíða leingi, og eg var langi bangin fyri at vit ikki fóru at fáa øll stigini við okkum. Dysturin gjørdist júst so trupul, sum vit høvdu væntað frammanundan
verið, at orkestrini skiftast um at skipa fyri hesum tiltakið, sum má metast at vera hæddarpunktið á tónleikaárinum hjá hornorkestrunum. Tað eru í ár 40 ár, síðan Nes Sóknar Musikkfelag byrjaði at spæla [...] spælarum eru vit eitt av best mannaðu orkstrunum í landinum. Nes Sóknar Musikkfelag vónar, at nógv nýta høvið til at hoyra góðan og fjølbroyttan horntónleik á konsertini í ítróttarhøllini í Runavík dýra biðidag [...] hjá føroysku hornorkestrunum verður í ár í Runavík. Luttakandi orkestrini eru 9 í tali, men av tí, at Sørvágs Tónleikarafelag og Vestmanna Hornorkestur í ár spæla saman, verður talan um 8 framførslur.
avbjóðingar, og so er stóri spurningurin, um Norðoyggjar fara at draga ella at dragna. Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, hevur sett ein stýrisbólk at fyrireika Klaksvík til fasta sambandið. Í hesum stýrisbólki [...] umboð fyri millum annað vinnulív, skúlar og heilsuøkið í Norðoyggjum. Stýrisbólkurin fer at seta nakrar arbeiðsbólkar at arbeiða við ávísum økjum, og tann fyrsti av hesum bólkum er settur. Tað er arbeiðsbólkurin [...] samskipari, Erik Biskopstø og Jastrid Gullaksen. Bólkurin fer komandi tíðina at tosa við avvarðandi feløg, persónar og stovnar fyri at savna upplýsingar, hugskot og meiningar um frítíðarøkið. Ein liður í hesum
teknaðu. Tey lótu seg slettis ikki órógva av, at fólk kom á gátt, men hildu í staðin áfram við teirra spæli. Dagrøktarleiðararnir báðar siga, at hetta við at vitja hvønn annan hevur vundið meira upp á seg [...] tey til Viðareiðis at vitja spælistovuna hjá dagrøktini har. Tá Sosialurin kom framvið spælistovuni á Viðareiði, angaði tað av nýbakaðum vaflum langt út í gongina. Ikki hugsaði ein um, at tað vóru umleið [...] dagrøktarleiðararnir eru farnir at hittast einaferð um mánaðin. Ongin dagstovnur er á Viðareiði, og dagrøktin er normerað til 30 børn, men tey eru heldur fleiri í tali, tí at summi eru bert hálva tíð. Tørvurin
staðfest, at Fiskimálaráðið hevur brotið lógina í samband við flyting av einum veiðiloyvi. Lesarar okkara kenna málið, so ikki er neyðugt at fara í smálutir við hesum. Stutt kann sigast, at Landsstýri [...] sjálvan landsins løgmálaráðharra sum tann, ið meira enn nakar annar eigur at halda lógina! Í stuttum snýr hetta málið seg um, at landsstýrismaðurin legði uppskot við endurskoðaðari navnalóg fyri løgtingið [...] viðkomandi ráðharrar? spyrja fólk, ið eru ørkymlað av støðuni. Okkara boð er, at lógarbrotini fáa als ongar fylgjur. Í staðin fara vit at fáa ein orðafloym, sum skal burturforklára lógarbrotini. Og síðan verða
hesum stevnum. Í ár barst tó bæði finnum og svium frá at luttaka. Kortini er gjørt av at halda stevnuna í Vágum í næstu viku. Eini 80 fólk fara at luttka á stevnuni, sum sjálvandi orsakað av avboðunum [...] dansað fer at verða í gongugøtuni og við SMS. Bæði útlendingar og føroyingar fara at dansa í Havn hendan dagin. Sunnukvøldið verður almenn framførsla á Giljanesi, har bæði gestir og vertir fara at sýna fram [...] norðurlendskari dansistevnu, suum verður hildin í døgunum annan til sjeynda juli. Dansararnir fara at halda til í skúlanum á Giljanesi, og tiltøk verða so ymsastaðni. Mest verður gjørt burtur úr í Vágum