Vágar:Vága Dansifelag verður vertur fyri norðurlendskari dansistevnu, suum verður hildin í døgunum annan til sjeynda juli.
Dansararnir fara at halda til í skúlanum á Giljanesi, og tiltøk verða so ymsastaðni. Mest verður gjørt burtur úr í Vágum, men farið verður eisini av oynni, og millum annað verður dansað í Havn fríggjadagin í næstu viku.
Vága Dansifelag er við í einum vinasamstarvi við dansifeløg úr hinum Norðurlondunum, og hava hesi feløg upp á skift havt dansstevnur, har vitjað hevur verið hjá hvørjum øðrum. Vanliga hava øll Norðurlondini uttan Ísland verið umboðað á hesum stevnum. Í ár barst tó bæði finnum og svium frá at luttaka. Kortini er gjørt av at halda stevnuna í Vágum í næstu viku. Eini 80 fólk fara at luttka á stevnuni, sum sjálvandi orsakað av avboðunum verður ein av teimum smærru. Vanliga plaga meira enn stórhundrað fólk at vera við til slíkar stevnur.
Stevnan verður sett á Giljanesi fyrrapartin hósdagin av Jørgeni Niclasen, løgtingsmanni fyri Vágar.
Seinnapartin verður dansað ymsastaðni í oynni. Og soleiðis heldur stevnan fram til inn í aðru viku, tá fremmandu gestirnir fara avstað aftur.
Útferðir verða gjørdar við gestunum. Fríggjadagin verður farið til Havnar, har dansað fer at verða í gongugøtuni og við SMS. Bæði útlendingar og føroyingar fara at dansa í Havn hendan dagin.
Sunnukvøldið verður almenn framførsla á Giljanesi, har bæði gestir og vertir fara at sýna fram ta skrá, sum tey hava vant til hesa stevnuna.
Fyrireikararnir siga, at fríggjakvøldið verður almennur dansur í Sørvági, sum Vága Dansifelag skipar fyri. Har verður bæði føroyskur og útlendskur dansur á skránni.