2. deild
Tað er ikki sørt, at teir hjá ÍF eru um at kenna andan av kappingarneytunum. Alt árið hevur tað annars verið so, at tað hevur verið ÍF og so hini, men í seinnu hálvu er tó meira av spenningi komið í. Ikki minst tí ÍF fleiri ferðir hevur mist stig.
Soleiðis var aftur um vikuskiftið, tá fuglfirðingarnir vitjaðu í Vági. Leikliga var talan ikki um tað stóru upplivingina hesa ferð, men fuglfirðingar kundu tó fegnast um, at Høgni á Lakjuni legði liðið framum um miðjan fyrra hálvleik.
Hetta helt sær tó ikki so leingi, tí stutt fyri steðgin javnaði Sigmund Mikkelsen fyri VB.
Í seinna hálvleiki var so sum so við málmøguleikunum, og tí var tað kanska í lagi, at liðini fingu eitt stig í part.
Tað er tó einki at ivast í, at fuglfiriðingar sjálvir nú vilja hava eitt sindur á ferð á. Um tvær vikur skal liðið vitja á Sevmýri, og tá kann tað gerast heilt spennandi í oddinum, um ÍF ikki fær nakað við sær.
Hjá VB ræður nú einamest um at røkka so høgt, sum tilber. Liðið hevur longu rokkið setninginum um at halda plássið í deildini, og spurningurin er so, hvørt teir kunnu standa seg í heiðursmerkjastríðnum. Enn eru so langt ífrá allar súður syftar í so máta, og ivaleyst verður tað nóg so avgerandi, hvussu dystirnir m´åoti TB og AB tørna út.
Dysturin í tølum
VB-ÍF 1-1 (1-1)
0-1: Høgni á Lakjuni
1-1: Sigmund Mikkelsen











