Týsku leikararnir eftir dystin:

Týsku leikararnir eru á einum máli um, at teir eru nøgdir við úrslitið, hóast avrikið ikki var av tí besta

Føroyar-Týskland

Tað var ómøguligt hjá okkum at hitta nakran av týsku landsliðsleikarunum eftir dystin, og tí loyva vit okkum at endurgeva nakað av tí, teir hava sagt við týskar fjølmiðlar eftir dystin

Liðskiparin, Oliver Kahn:
-Vit spældu frammanfyri teirra mál í 90 minuttir, og vit høvdu eitt ótal av málmøguleikum, men inn vildi bólturin ikki. Av og á var eg bangin fyri, at dysturin fór at enda málleysur, og at vit bert skuldu fáa tað eina stigið við okkum heimaftur.

Eg havi spælt nógvar slíkar dystir sum í kvøld, har mótstøðuliðini hava verið undir stórum trýsti, og hóast Føroyar vardu allan dystin, so kundu teir væl fingið úrtøku úr dystinum. Samanumtikið var hatta ikki ein av okkara bestu dystum, men úrslitið var á einari leið og vit liggja framvegis á odda í bólkinum.

Christian Wørns:
-Vit máttu bíða leingi, og eg var langi bangin fyri at vit ikki fóru at fáa øll stigini við okkum. Dysturin gjørdist júst so trupul, sum vit høvdu væntað frammanundan, og Føroyar høvdu ein eingil í málinum.

Fredi Bobic:
-Slíkan dyst hava eg aldrin spælt. Teir høvdu ein stóran múr frammanfyri málinum, og stríddust ótrúliga væl. Eg má bara takka Gudi, vit fingu bóltin í málið, og tað verður tað einasta, eg fari at minnast av dystinum.

Formaðurin í týska fótbóltssambandinum, Gerhard Mayer- Vorfelder:
-Tá endin er góður, er alt gott. Dysturin endaði væl fyri okkara viðkomandi. Vit spældu væl betri enn ímóti Skotlandi, og høvdu átta til tíggju 100% málmøguleikar. Eg eri bara fegin um at vit fingu sigurin í hús.