Vit kunnu vera uppaftur betri

Jónstein Petersen, sum er ein av royndastu spælarunum á liðnum hjá NSÍ, helt tað vera eitt sindur skuffandi, at úrslitið í fyrra dystinum ikki var betri. - Í kvøld fáa vit vónandi víst, at vit duga meiri enn so, heldur hann.

UEFA Cup-fótbóltur

(Sosialurin, Oslo) Ein av teimum frægastu spælarunum í fyrra dystinum móti Lyn var 26 ára gamli Jónstein Petersen, sum síðstu tíggju árini hevur »átt« plássið í vinstru síðu á miðvøllinum.
Hóast hansara partur ikki lá eftir fyri tveimum vikum síðani á Svangaskarði, var hann ikki heilt nøgdur - hvørki við úrslitið ella sín egna innsats.
- Eg haldi, at vit taptu ov nógv, og okkurt av málunum hjá teimum var í so bíligt. Og sjálvur átti eg í øllum førum at havt skotið eitt mál, men tók tíverri ta skeivu avgerðina, tá eg skuldi velja, hvat eg skuldi gera, sigur Jónstein.
- Men nú er so aftur ein nýggjur dystur og vónandi aftur nýggir møguleikar. Eg trúgvi ikki, at vit koma víðari, men tað hevði nú verið stuttligt, kundu vit komið heimaftur við einum javnleiki.
Eftir tíggju ár á besta liðnum hjá NSÍ, er Jónstein ein av teimum spælarunum, ið hevur bíðað leingi eftir møguleikanum at sleppa at royna seg í altjóða dysti fyri barndómsfelagið.
- Hetta er ein uppliving fyri seg, og vónandi er hetta heldur ikki síðstu ferð hjá okkum. Realistiskt kunnu vit ikki vænta okkum at koma víðari hesa ferð, men hinvegin ræðast vit teir heldur ikki meira enn so, at vit eiga at stríðast fyri møguleikanum, so leingi vit hava hann, heldur Jónstein.
- Spælararnir hjá Lyn eru kropsliga væl fyri og sterkir eisini, men tó kunnu vit kanska gera ein vørr, um tað eydnast okkum at leggja trýst á verjuna hjá teimum, ið ikki tóktist vera so øgiliga stinn.