Jensen, sum er ein av trimum í einum verkætlanarbólki, ið stendur fyri hesum tiltaki, sigur, at leguhúsið er sera vælegnað til minilegur fyri barnagarðsbørn. - Tí ynskja vit at vísa námsfrøðingum runt í húsinum [...] bjóðað barnagarðsbørnum í aldrinum 3-7 ár saman við námsfrøðingum at vitja í Nesvík. Skipað er soleiðis fyri níggjum døgum tilsamans – frá seinast í mars til tíðliga í juni – har stívliga 200 børn og námsfrøðingar [...] Smyril siglir tíðliga, og tí noyddust suðuroyingar tíðliga av húsum hendan dagin. - Men hetta helt teimum á ongan hátt aftur í at koma, leggur Sólbjørn aftrat. Hendan dagin, tá børn úr Suðuroy og av Hamrinum
SalMar, har hann eitt nú stendur fyri sølu, sigur við Tv2.no, at felagið ynskir at hjálpa til við at halda hjólini í einum skerdum lokalum vinnulívi koyrandi. Leiðarin fyri tí, sum norðmenn rópa Frøya Næringspark [...] at tey vænta, at gávukortið verður brúkt í lokalsamfelagnum. Tað var soleiðis ikki bara góðgæti í teimum tilsamans 1700 páskareggunum, ið fóru út til arbeiðsfólkini, sum búgva í tilsamans 35 kommunum. Heilsanin
slaktað 2500 hønur, men náddu bert einum parti av teimum, tí arbeiðið tók longri tíð enn væntað. Hetta mundi tó ikki bilað stórvegis, tí undirtøkan fyri føroysku hønunum hevur verið ovurhonds stór kring alt landið [...] einari viku! Tað stóð á hjá teimum at drepa allar 2500 hønurnar, og tá til stykkis kom máttu 800 teirra snøgt sagt beinast burtur. Hetta hekk saman við fóðringini av teimum, sum frammanundan varð broytt [...] ov stutt Tað kom helst óvart á Annfinn og hini í Føroya Egg at undirtøkan skuldi verða so stór fyri teimum fyrstu hønunum ? at alt skuldi verða rykt burtur eftir eini lítlari viku. Teir høvdu ætlað at ein
bíligari hjá teimum, sum byggja, at býráðið stendur fyri arbeiðnum. ? Vit bíða eftir svari frá Toll- og Skattstovu Føroya. Hon skal geva endaliga góðkenning fyri, at býráðið kann standa fyri byggingini, [...] byggingina soleiðis til rættis, at tað er býráðið, sum fer at standa fyri byggingini. Orsøkin til at tað ikki er eigarafelagið, sum stendur fyri byggingini, er, at eigarafelagið ikki kann fáa MVG afturgoldið [...] upprunaliga, at eigarafelagið skuldi standa fyri byggingini, men tá tey varnaðust, at tey skuldu rinda fult MVG, vendu tey sær til býráðið og heittu á tað um at standa fyri byggingini. Nú fær býráðið endurgoldið
harav 174 fólk eru undir 18 ár. Borgarstjórin í Hvalbiar kommunu, Trúgvi Gudmundarson, sigur, at fyri fáum árum síðan var fólkatalið í kommununi komið niður á 703 fólk. Tað merkir, at fólkatalið í kommununi [...] Tvøroyrar skúla. - Vit hava einar 10-12 dagrøktarmammur í kommununi, og tær ansa meginpartinum av teimum børnum, sum eru í dagrøkt. Haraftrat hava vit avtalu við Tvøroyrar kommunu um barnaansing. Hann vísir
neyðstøður. 53 ferðir var neyðstøðan á sjónum, har fólk vóru komin illa fyri umborð á skipum ella jollum, ella vóru dottin á sjógv. 175 av teimum 183 neyðstøddu fólkunum vórðu bjargað. Fýra fólk vóru funnin druknað
burtursæð frá tí ferðini skulu vit aftur til 1996 fyri at finna tap við fleiri enn tveimum málum. Tað vil við øðrum orðum siga, at hagtølini í miðal fyri hvønn dyst eru betraði tey seinnu árini, sjálvt um [...] tá Sunvard Joensen mánadagin í síðstu viku spældi á landsliðnum fyri fyrstu ferð, fór eitt mál ígjøgnum. Skora aðru hvørja ferð Í teimum 65 landsdystunum hevur tað eydnast føroyingum at fingið 39 mál. [...] Men nú er tað langt síðani, at føroyska liðið tapti við fleiri enn tveimum máum. Landsliðið spældi fyri fyrstu ferð í undankapping í 1990. Tey fyrstu árini plagdi liðformaðurin, Jóannes Jakobsen, at siga
var seinasti dagur í hesum umfari, at loyvt var at skjóta svartfugl, lomvigu, álku og lunda. Ein av teimum, sum hesar seinastu dagarnar hevur verið og skotið, er Marner Sivertsen, sum hósdagin fekk 37 fuglar [...] - Fuglaveiða í Føroyum - um veiðan eftir svartfugli kanska skuldi havt eitt hámark í tali av fugli fyri hvørja veiðiferð. Men, ymiskar meiningar hava verið um hetta. Og tað eru kanska mest tey, sum ikki
verða lætnar fyri fyrstaplássið, 10.000 kr. fyri næsta og 5.000 kr. fyri triðja plássið. Kappingin byrjaði í november og varir fram til 1. mars í ár. Tað vísir seg, at støddin og vektin á teimum veiddu hemarunum [...] við at møða hann og síðani fáa lívið av honum. Spurningurin er helst, hvør var mest troyttur av teimum báðum. Tá teir so komu at vektini og tummastokkinum, kundu teir – fróir og ikki sørt ernir! – staðfesta
Miðalpísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var 12,28 krónur fyri kilo. Størstu einstøku nøgdirnar vóru longa og brosma, har besti miðalprísurin fyri longu var 15,10 og fyri brosmu 8,77 krónur fyri kilo. Av [...] Av teimum 177 tonsunum, sum vórðu seld í gjár, vóru tilsamans 120 tons av longu og brosmu. 22 tons vórðu seld av toski, har toskur 3 og toskur 4 fór fyri miðalprísin 13,38 og 11,62 krónur fyri kilo. 7 tons [...] tons vóru av hýsu, og her fekk hýsa 2 miðalprísin 13,61 krónur fyri kilo. Samlaða sølan á Fiskamarknaði Føroya í gjár gav slakar 2,2 miljónir krónur.