Størstu einstøku nøgdirnar, sum vórðu seldar á Fiskamarknaði Føroya í gjár, vóru brosma og longa. Fiskamarknaður Føroya seldi í gjár góð 177 tons av fiski á uppboðssølu. Miðalpísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var 12,28 krónur fyri kilo.
Størstu einstøku nøgdirnar vóru longa og brosma, har besti miðalprísurin fyri longu var 15,10 og fyri brosmu 8,77 krónur fyri kilo.
Av teimum 177 tonsunum, sum vórðu seld í gjár, vóru tilsamans 120 tons av longu og brosmu.
22 tons vórðu seld av toski, har toskur 3 og toskur 4 fór fyri miðalprísin 13,38 og 11,62 krónur fyri kilo.
7 tons vóru av hýsu, og her fekk hýsa 2 miðalprísin 13,61 krónur fyri kilo.
Samlaða sølan á Fiskamarknaði Føroya í gjár gav slakar 2,2 miljónir krónur.