Hagtølini hjá landsliðnum eru batnaði tey seinnu árini, men enn er tað soleiðis, at mótstøðulondini skorað fleiri mál, hvørja ferð føroyska liðið skorar eitt mál.
Eftir 3?2 tapið ímóti Íslandi eru 176 mál farin ígjøgnum hjá føroysku málverjunum í 65 altjóða skrásettum landsdystum. Fýra ferðir hevur landsliðið tapt við sjey málum ? í Rumenia og í Jugoslavia og á heimavølli ímóti Noregi og Jugoslavia. Men nú er tað langt síðani, at føroyska liðið tapti við fleiri enn tveimum máum.
Landsliðið spældi fyri fyrstu ferð í undankapping í 1990. Tey fyrstu árini plagdi liðformaðurin, Jóannes Jakobsen, at siga, at um tapini vóru minni enn 4?0, so var tað ikki so galið. Tað var heilt galið, tá Estland í 1998 vann 5?0, men burtursæð frá tí ferðini skulu vit aftur til 1996 fyri at finna tap við fleiri enn tveimum málum. Tað vil við øðrum orðum siga, at hagtølini í miðal fyri hvønn dyst eru betraði tey seinnu árini, sjálvt um tey framvegis ikki eru serliga góð.
Av teimum 176 málunum, sum eru farin ígjøgnum, eru 29 skorað í 17 vinardystum, 78 eru skorað í 28 EM undankappingardystum, og 69 eru skorað í 20 HM undankappingardystum.
Jens Martin Knudsen er í 49 landsdystum farin 137 ferðir í meskarnar eftir bóltinum. 24 mál eru í trettan dystum farin ígjøgnum hjá Jákupi Mikkelsen, og hjá Kaj Leo Johannesen fóru í fýra dystum níggju mál ígjøgnum. Bjarni Johansen vardi málið tvær ferðir, og tað fóru fimm mál ígjøgnum, og tá Sunvard Joensen mánadagin í síðstu viku spældi á landsliðnum fyri fyrstu ferð, fór eitt mál ígjøgnum.
Skora aðru hvørja ferð
Í teimum 65 landsdystunum hevur tað eydnast føroyingum at fingið 39 mál. Tað vil við øðrum orðum siga, at í miðal hevur tað eydnast at fingið mál meiri enn aðru hvørja ferð.
Eitt eru miðal hagtøl og nakað annað er veruleikin. Hann er, at føroyingar eru 39 ferðir farnir av vøllinum uttan at hava skorað (tveir av dystunum eru endaðir við málleysum javnleiki). Í 26 dystum hava føroyingar fingið mál. Hægsta talið í einum dysti er trý mál. So mong vórðu skorað í báðum dystunum ímóti San Marino í 1995.
Tá Kurt Mørkøre skoraði ímóti Íslandi, hevði málturkurin verið í fýra heilar dystir. Einki føroyskt mál var skorað síðani Uni Arge eftir 47 minuttir legði Føroyar framum um 2?1 ímóti Bosnia á Svangaskarði. Tað var 9. juni í fjør.
Uni Arge skoraði bæði málini ta ferðina, og hann er einasti føroyski spælarin, sum hevur skorað tvey mál í einum dysti. Todi Jónsson hevur eina ferð skorað trý mál í einum dysti. Tað var í San Marino 11. oktober 1995.
Tey 39 føroysku landsliðsmálini eru býtt soleiðis uppá spælarar: Todi Jónsson (9), Uni Arge (5), Jan Allan Müller (4), Jens Kristian Hansen, Henning Jarnskor, Kurt Mørkøre, Torkil Nielsen, John Petersen, Jens Erik Rasmussen og Kári Reynheim (2), Jan Dam, Hans Fróði Hansen, Øssur Hansen, Óli Johannesen, Allan Mørkøre og Julian Johnsson (1), og í 1994 vóru grikkar so galantir, at teir gjørdu eitt sjálvmál á Svangaskarði.