1700 barnagarðsbørn vitja leguhúsið í Nesvík

- Tiltakið hjá okkum ”Kom og hav tað stuttligt í Nesvík” er ikki av andaligum slag. Hetta er eitt átak, har vit vilja vísa húsið fram og vísa á teir møguleikar, sum eru í Nesvík, sigur Sólbjørn Jensen, sum er við í einum verkætlanarbólki, ið hevur savnað hópin av børnum og vaksnum í Nesvík

Nesvík

 

Leguhúsið í Nesvík hevur í vár og nú tíðliga í summar sett á kjøl eitt átak, ið hevur til endamáls at kunna um teir møguleikar, sum liggja í stóra og góða húsinum í Nesvík.

Við boðskapinum ”Kom og hav tað stuttligt í Nesvík” hevur leguhúsið bjóðað barnagarðsbørnum í aldrinum 3-7 ár saman við námsfrøðingum at vitja í Nesvík. Skipað er soleiðis fyri níggjum døgum tilsamans – frá seinast í mars til tíðliga í juni – har stívliga 200 børn og námsfrøðingar hvønn dagin fáa eina kunning um húsið og hava tað stuttligt í Nesvík.

Tiltakið, sum er ókeypis, er sera væl umtókt, og tá hesir níggju dagarnir eru lagdir aftur um, hava eini 1700 barnagarðsbørn og umleið 300 námsfrøðingar vitjað í Nesvík.

Dagurin í leguhúsinum byrjar við, at gyklarin Ásbjørn Berthelsen undirheldur, einir 2-3 sangir verða sungnir, og tá ið matpakkin, sum børnini hava við sær, er etin um middagsleitið, er høvi hjá børnunum at spæla á spæliplássinum uttanfyri húsið.

Og møguleikarnir til spæl eru bæði nógvir og góðir.

Leguhúsið hevur eina stóra hoppipútu, reiggjur, klatriborg og fótbóltsvøll. Aftrat hesum kemur, at náttúran í Nesvík er vøkur og barnavinarlig, og soleiðis eru eisini møguleikar at fara gongutúr við børnunum.

Meðan tiltakið er, bjóðar leguhúsið børnum og vaksnum fruktir og okkurt drekkandi.

Sólbjørn Jensen, sum er ein av trimum í einum verkætlanarbólki, ið stendur fyri hesum tiltaki, sigur, at leguhúsið er sera vælegnað til minilegur fyri barnagarðsbørn.

- Tí ynskja vit at vísa námsfrøðingum runt í húsinum, soleiðis at tey kunnu síggja, hvat leguhúsið kann brúkast til. Hetta gera vit meðan børnini hugna sær, sigur hann.

 

Um alt landið

Í brævi hevur leguhúsið bjóðað barnagarðsbørnum at vitja, og tá ið øll tiltøkini eru av tíðliga í juni, hava børn kring alt landið verið í Nesvík.

Sólbjørn sigur, at børn hava verið heilt av Viðareiði til Sumbiar, úr Sandoy í Vágar, umframt at hópur av børum úr meginøkinum eisini hava verið í Nesvík.

- Vit ætlaðu at hava átta slík tiltøk, men tilmeldingarnar hava verið so nógvar, at vit nú hava níggju tiltøk.

Hann sigur, at bæði í dag og í morgin eru børn og námsfrøðingar í Nesvík, stívliga 200 hvønn dagin.

Myndirnar, vit prenta saman við hesi greinini, eru tiknar mikudagin, 13. mai, tá øll Suðuroyggin var umboðað saman við børnum og námsfrøðingum av Hamrinum á Argjum.

- Hendan dagin høvdu vit 184 børn og vaskin úr Suðuroy og eini 40 av Argjum.

Hann vísir á, at Smyril siglir tíðliga, og tí noyddust suðuroyingar tíðliga av húsum hendan dagin.

- Men hetta helt teimum á ongan hátt aftur í at koma, leggur Sólbjørn aftrat.

Hendan dagin, tá børn úr Suðuroy og av Hamrinum á Argjum vóru í Nesvík, var veðrið so frálíka gott, og tí spældu børnini nógv úti, tá innanduratiltøkini vóru liðug.

- Flestu børn kenna okkurt, sum Ásbjørn Berthelsen ger, og teimum dámar væl at síggja hann royna kynstur. Ásbjørn er við til øll hesi tiltøk, sigur Sólbjørn.

Tá matpakkin er etin um 11.30-12-tíðina, verður dagurin latin upp í hendurnar á børnum og námsfrøðingum at ráða yvir.

 

Ikki andaligt

Vit spurdu eisini Sólbjørn Jensen, um tiltakið í Nesvík kann sigast at vera av andaligum slag, men tað er tað ikki.

- Nei, hetta er eitt átak hjá okkum at vísa húsið fram og vísa á teir møguleikar, sum eru í Nesvík. Vit syngja nakrar sunnudagsskúlasangir um morgunin, og hetta eru í flestu førum sangir, sum børnini kortini syngja í barnagørðunum.

Hann sigur, at umboð fyri leguhúsið vóru og vitjaðu úti á barnagørðum, áðrenn tey sendu út skrivið og innbjóðingina.

- Vit greiddi frá, hvussu vit hugsaðu okkum, at konseptið sær út. Her nevndu vit, at vit hugsaðu okkum at syngja onkrar sangir saman við børnunum, meðan tey gera ymiskar rørslur, og viðmerkingin á barnagørðunum var, at hetta í fleiri førum eru somu sangir, sum børnini kortini syngja á stovnunum.

Sólbjørn sigur, at børn og vaksin úr øllum trúarbólkum eru hjartaliga vælkomin til Nesvíkar.

- Leguhúsið er nógv umbiðið, serliga um summarið og í vikuskiftinum, men vit ynskja, at tey tómrúm, sum eru, eisini verða fylt upp gjøgnum árið.

Hann vísir á, at longu nú verður leguhúsið nógv útleigað til ymiskar bólkar, og eitt nú hevur barnagarðurin hjá nonnunum í fleiri ár havt nakrar dagar um árið í Nesvík.

- Tey plaga at vera her einar tríggjar dagar hvørja ferð, og tá eru tey eini 28 fólk tilsamans, børn og námsfrøðingar. Í slíkum føri gera tey, sum koma higar á legu, júst sum teimum lystir og brúka dagarnar eftir egnum høvdi og áhugamálum.

Sólbjørn sigur, at leguhúsið er nógv upptikið um summarið og annars í vikuskiftinum meginpartin av árinum. Ymiskir bólkar koma á vitjan, seturskúlar og onnur og tey, sum hava verið her einaferð, koma gjarna aftur.

- Tað eru vikur og tíðarskeið um summarið, har húsið er upptikið allar dagar. Tí er neyðugt at tey, sum ynskja sær nakrar dagar her norðuri, siga frá í góðari tíð, soleiðis at vit kunnu finna út av onkrum saman, sigur Sólbjørn Jensen.

Seinastu tiltøkini av átakinum ”Kom og hav tað stuttligt í Nesvík” verða dagarnir 2. og 3. juni.

Á heimasíðuni www.mission.fo kunnu fólk síggja myndir frá fleiri av hesum tiltøkum í Nesvík.