176 svartfuglar í tríggjar dagar

Loyvt hevur verið at skotið lomvigu, álku og lunda frá 1. oktober til og við 20. januar, sum var í gjár.

Í gjár, 20. januar, var seinasti dagur í hesum umfari, at loyvt var at skjóta svartfugl, lomvigu, álku og lunda.

 

Ein av teimum, sum hesar seinastu dagarnar hevur verið og skotið, er Marner Sivertsen, sum hósdagin fekk 37 fuglar, fríggjadagin 96 - og í gjár 43 fuglar.

 

Hetta eru 176 fuglar tilsamans, sum má sigast at vera rímiliga góð veiða í tríggjar fylgjandi dagar.

 

Marner Sivertsen legði í gjár viðheftu mynd út á Facebook-síðuna - Fuglaveiða í Føroyum - og eftir myndini at døma var meginparturin av veiðini hjá honum í gjár lomvigi.

 

Annars sigur fuglaveiðimaðurin einki um, hvussu hesir tilsamans 176 fuglarnir seinastu tríggjar dagarnar av veiðitíðini deildu seg millum lomvigu, álku og lunda.

 

Loyvt hevur verið at skotið lomvigu, álku og lunda frá 1. oktober til og við 20. januar, sum var í gjár.

 

Kjak hevur áður verið á síðuni - Fuglaveiða í Føroyum - um veiðan eftir svartfugli kanska skuldi havt eitt hámark í tali av fugli fyri hvørja veiðiferð. Men, ymiskar meiningar hava verið um hetta.

 

Og tað eru kanska mest tey, sum ikki skjóta, ið mæla til avmarkingar.