hovnaði knæið aftur var vorðið meiri vanligt. Tað var tað í morgun, og nú havi eg júst fingið dómin, segði Todi Jónsson á middegi í gjár úr Keypmannahavn. Í fyrstu atløgu skal Todi binda heilt frið frá fótbóltinum [...] havi fyrrapartin í dag verið til kanningar. Har fekk eg at vita, at tað er eitt liðband í knænum, sum partvís er slitnað. Teir siga, at eg skal binda fullkomuliga frið frá fótbólti í fýra til seks vikur [...] koma aftur á landsliðið. Fyri stórari viku síðani var hann smáskaddur í lærinum og fekk ikki spælt ímóti Malta. Nú er hann skaddur í knænum, og talan er um so mikið álvarsligan løst, at tað fer ikki at
skipið komið Hóast Suvereign Explorer ikki meira enn júst hevur sett borin í føroysku undirgrundina, hava longu fýra skip havt ørindi í útgerðarhavnini í Runavík. Fyrsta skipið vitjaði longu áðrenn Havila [...] Arbeiðið í útgerðarhavnini fer fram í tøttum samstarvi millum fleiri feløg. Sjálva útgerðarhavnina rekur Atlantic Supply Base, meðan Skipafelagið tekur sær av at lasta skipini, ið koma inn í havnina. [...] Oljuvirksemið er av álvara byrjað í Runavík, har føroyska oljuútgerðarhavnin er. 25.900 bruttoregistertons stóra Havila Charisma var fríggjadagin fyrsta veitingarskipið, ið varð lastað í Runavík. Arbeiðið gekk av
av hesum røktarheimssjúklingum hevur enntá ligið á Landssjúkrahúsinum í tvey ár. Fyrr í vikuni greiddi kvinna í sendingini, Føroyar í dag, frá, at tey noyddust heim fleiri ferðir um dagin fyri at røkta og [...] skal í størsta skundi, fyri at kunna klárað setningin? Er hetta støðan, vit kunnu bjóða okkara gomlu í tí harrans ári 2001? Teimu, sum bygdu hetta samfelagið - á skipsdekki, á virkjunum, í bøi ella í heimunum [...] norðurlendsku vælferðasamfeløgini. Men hvussu er nú støðan í okkara kæra vælferðarsamfelagið? Um vit taka pulsin, so hoyrdu vit skelkandi tíðindini í útvarpinum hóskvøldið. Tá varð upplýst, at eini 450 sjúklingar
so væl útnyttað. At seta seg inn í ein Berlingo í Modutop útgávuni er sum at koma inn í eitt flogfar, har eru ikki minni enn fimm loftvindeygu, fleiri hillar, skáp við lúkum, og ventilatiónsdysir. Til [...] ferðandi á baksetrinum eru tvey smá borð, júst sum í flogførunum. Undir loftinum framman er ein fløguboks. Clim útgávan hevur eisini aircondition. Undir loftinum í viðførisrúminum er eitt rúmligt skáp. Ein [...] Nýggi Berlingo fæst í útgávunum Advance og Multispace. Multispace fæst so aftur í útgávunum Modutop og Clim, sum gera bilin meira praktiskan og brúkaravinarligan, við tað at plássið undir loftinum er so
ssurøðuna á Vaglinum í ár. Grækarismessa er ikki fyrr enn í morgin, 12. mars, men sjálvt haldið var sunnudagin 9. mars, dagin eftir altjóða kvinnudagin. Og nú tað var forkvinnan í Javnstøðunevndini, sum [...] GRÆKARISMESSA Tjaldrið hevur fleiri dygdir, sum vit í Føroyum meta høgt, og sum vit stremba eftir at hava í okkum. Tað er dugnaligt, tað dugir at navigera, og so er tað áhaldandi. Millum annað hetta segði [...] ta dygd, at bøgan og steggin eru felags um at reiðrast, bøla og fáa føði til ungarnar. ? Júst sum kona og maður í dag eru felags um at fáa inntøkur til húsarhaldið, skulu vit eftir mínum tykki leggja okkum
tað sama mánakvøldið, so er einki at ivast í, at gullið aftur í ár endar í Vestmannna. Tað er tó lítið at ivast í, at skuldi tað hent, at vestmenningar snáva í Havn, so eru teir bláu úr Neistanum til reiðar [...] somu styrki, sum teir høvdu fyri fáum árum síðani, og í hinum landskappingardystunum í ár hevur eingin ivi verið. Vestmenningar hava tó fleiri ferðir í ár havt tað sera trupult móti liðum, sum á pappírinum [...] Ikki tí. Hetta er kanska ein av torførastu útidystunum yvir høvur, og í grundspælinum misti Neistin eitt sera, sera týðandi stig í júst hesum dystinum. Hinvegin hava strandingar ikki tað stóra at spæla fyri
føroyskar telvarar vísur, at í løtuni kann eingin hótta John Arna Nilssen sum nú hevur heili 2384. John Arni hevði góð úrslit í donsku liðkappingini, og í einari vikuskiftiskapping í Keypmannahavn. Tað gav honum [...] sjálvsagt í hásæti. Tá rating viðvíkur er John Arni sjálvskrivaður, og allarhelst eisini Rødgaard og Heini Olsen. Hesir seinast nevndu hava eisini øgiliga rutinu, sum er alneyðug í Talv-OL, sum í ár verður [...] eitt ratinglop rætta vegin. Næsti í røðini er Heini Olsen, sum hevur tikið annað plássið frá IM John Rødgaard. Heini hevur telvað væl seinasta hálvárið á flatlondum, eisini í donsku liðkappingi, og er bert
hildið álopsmanninum úti í tríggjar vikur. - Eg dugi ikki at skilja, hví eg skal bíða í tíggju dagar eftir at fáa eina scanning gjørda, tá tað samstundis tykist eitt sindur ógreitt, júst hvat slag av skaða talan [...] gongdina í hesum. Eg kendi meg veruliga at vera væl fyri. Eg hevði spælt leingi uttan at hava trupulleikar av skaðum og formurin var í topp. Nú havi eg gingið tríggjar vikur uttan dyst, og tað kostar í so máta [...] útiseti At stjørnurnar í útlendskum feløgum av og á geva eitt gleps umvegis fjølmiðlarnar, er sum so einki nýtt. Tað nýggja í hesum tykist hinvegin vera, at Todi Jónsson nú av álvara tykist hava fingið
Hondbóltur - menn Í Havn hittast tey bæði botnliðini, Kyndil og KÍF, og hetta líkist dystinum um, hvør skal sleppa undan niðasta plássinum í jólasteðginum. Kyndil hevur sum kunnugt havt lakasta árið í søgu felagsins [...] stinnari. Tað er tó júst hetta, sum hoyvíkingar helst vilja broyta, tá teir fara á vøllin. Aloftast hevur H71 verið mett sum hitt lítla felagið í Havnini, og tí ræður tað hvørja ferð í slíkum dystum um at [...] trýstið, sum stendst av hesum. Sunnudagin verða tveir dystir, og í báðum førum eru tað tey bæði oddaliðini, sum skulu royna at vinna stig. Í Runavík hevur VÍF uttan iva eina trupla uppgávu, tá teir vitja
nevnt kostaði eitt fet í oddinum, so er ikki sørt av bjartskygni í Zwolle í løtuni. Triði fjórðingurin av kappingini er júst farin aftur um bak, og her var Zwolle besta liðið. Í Hollandi er tað soleiðis [...] læknarnir í fyrsta umfari fyri, at talan var um ein álvarsligan knæskaða, sum noyddi hann av vøllinum, men kanningar leygardagin vístu tó, at hetta neyvan er somikið álvarsligt. Tó nóg mikið til, at í hvussu [...] soleiðis, at fýra sonevndir perioduvinnarar tryggja sær atgongd til endaspæl um sess í bestu deildini, so í øllum førum hevur Zwolle tryggjað sær hendan møguleikan, og heldur góða gongdin, sum hevur sermerkt