Holland
Eftir at hann í langa tíð hevur verið fastur partur av hópinum hjá Zwolle, og eftir at ein sjúkralega annars hevði sett venjingarstøðuna nakað aftur, var Súni Olsen millum teir fyrstu 11 á vøllinum, tá Zwolle fríggjadagin vitjaði Cambuur.
Fyri Súna mundi hetta kennast sum ein álitisváttan frá venjaranum, og tess størri mundi smeiturin eisini vera, tá gøtumaðurin noyddist skaddur av vøllinum eftir bert 15 minuttir.
Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa fatur á Súna, men sum skilst, so óttaðust læknarnir í fyrsta umfari fyri, at talan var um ein álvarsligan knæskaða, sum noyddi hann av vøllinum, men kanningar leygardagin vístu tó, at hetta neyvan er somikið álvarsligt. Tó nóg mikið til, at í hvussu so er fyrsta vikan verður uttan venjing fyri hansara viðkomandi.
Sjálvur dysturin endaði annars við javnleiki 1-1, og harvið misti Zwolle eitt lítið fet í stríðnum um at vinna Excelsoir á fyrsta plássinum aftur. Zwolle var annars á odda 1-0, men við einum máli beint fyri hálvleik eydnaðist heimaliðnum at javna til endaliga úrslitið.
Hóst hetta sum nevnt kostaði eitt fet í oddinum, so er ikki sørt av bjartskygni í Zwolle í løtuni. Triði fjórðingurin av kappingini er júst farin aftur um bak, og her var Zwolle besta liðið. Í Hollandi er tað soleiðis, at fýra sonevndir perioduvinnarar tryggja sær atgongd til endaspæl um sess í bestu deildini, so í øllum førum hevur Zwolle tryggjað sær hendan møguleikan, og heldur góða gongdin, sum hevur sermerkt liðið síðani vetrarsteðgin, fram, er als ikki óhugsandi, at tað fer at eydnast at vinna seg upp á fyrsta plássið.
Ein góð ábending um hetta fæst helst komandi vikurnar, tí eftir at Zwolle fyrst hevur heimadyst móti Haarlem, eru komandi dystirnir úti móti Den Haag og heima móti Roosendaal, og hesi bæði er lið, sum eru við í oddastríðnum í næstbestu hollendsku deildini.
Mynd av Súna
Súni Olsen fekk bert 15 minuttir á vøllinum, tá hann fríggjadagin slapp at byrja inni fyri FC Zwolle