Talv
Nýggi styrkilistin fyri føroyskar telvarar vísur, at í løtuni kann eingin hótta John Arna Nilssen sum nú hevur heili 2384. John Arni hevði góð úrslit í donsku liðkappingini, og í einari vikuskiftiskapping í Keypmannahavn. Tað gav honum enn eitt ratinglop rætta vegin.
Næsti í røðini er Heini Olsen, sum hevur tikið annað plássið frá IM John Rødgaard. Heini hevur telvað væl seinasta hálvárið á flatlondum, eisini í donsku liðkappingi, og er bert eitt ratingstig frá 2300. John Rødgaard misti nøkur stig eftir liðkappingina og einstaklinga-FM.
FM var gott hál
Føroyameistarin Hans Kristian Simonsen hevur gjørt eitt megnarhál uppeftir listanum, og sjálvur sigur hann at málið er 2300 áðrenn hetta talvár er av. Sjálvsálit hevur maðurin, og ei heldur er tað merkiligt. Allarhelst fer júst sjálvsálitið og talvdygdirnar at førka okkara nýggja stjørnuskot úr Kollafirði enn longur fram í oddin.
Er fyrsta pláss væl tryggjað hjá John Arna, kann ikki sigast tað sama um hini oddaplássini. Har er gott stríð, og hetta kappingarstríð er jú eisini gott fyri føroyska telving.
Olympiaduár er og kampur um plássini er tí sjálvsagt í hásæti. Tá rating viðvíkur er John Arni sjálvskrivaður, og allarhelst eisini Rødgaard og Heini Olsen. Hesir seinast nevndu hava eisini øgiliga rutinu, sum er alneyðug í Talv-OL, sum í ár verður í Slovenia um mánaðarskifti oktobur/novembur.
Hans Kristian er besti unglingur samstundis sum hann er føroyameistari. Hann verður tí á fyrsta sinni eisini við á olympiaduni,. Síðani eru tvey pláss eftir at manna seksmans-hópin, og sum tað sæst á listanum eru nógvir um boðið. Flóvin Tór Næs er besta boð, tá rating viðvíkur, sum fimti maðurin, men ikki langt niðanfyri eru Eyðun Nolsøe og Ólavur Simonsen.
Olympiaduliðið verður eftir ætlan úttikið 1. august, soleiðis at teir úttiknu hava góða tíð at fyrireika seg til kappingina, samstundis sum møguleiki er at gera ein vørr í summarmánaðunum innan endaliga úttøkan verður veruleiki.