Todi er ótolin

Føroyski álopsmaðurin í FCK tykist ikki vera nøgdur um, hvussu viðgerðin av skaððanum hjá sær fer fram

útiseti

At stjørnurnar í útlendskum feløgum av og á geva eitt gleps umvegis fjølmiðlarnar, er sum so einki nýtt. Tað nýggja í hesum tykist hinvegin vera, at Todi Jónsson nú av álvara tykist hava fingið munnin á glið.
Í øllum førum hevur hann umvegis danska BT givið ilt av sær, tí hann ikki er nøgdur við háttin, sum FCK hevur viðgjørt skaðan hjá sær. Ein skaði í lærkrikanum, sum higartil hevur hildið álopsmanninum úti í tríggjar vikur.
- Eg dugi ikki at skilja, hví eg skal bíða í tíggju dagar eftir at fáa eina scanning gjørda, tá tað samstundis tykist eitt sindur ógreitt, júst hvat slag av skaða talan er um, sigur Todi Jónsson við BT.
- Fysiuterapeutarnir hjá okkum siga, at talan ikki er um nakran vøddaskaða. Altso ikki nakað tæðraslit ella líknandi, men annars duga teir ikki at siga nakað. Kanska er tað ein spurningur um pengar, soleiðis at FCK ikki vil gjalda fyri hetta. Tað havi eg so varhugan av, ljóða bombastisku útsagnirnar frá Toda í danska blaðnum.

Er greiður um vandan
Slíkar útsagnir hava áður givið øðrum leikarum trupulleikar í felagnum. Serliga plagar ítróttarstjórin, Niels Christian Holmstrøm, at svara hart aftur, og tað er einki at ivast í, at Todi kann vænta sær okkurt aftursvar ein av komandi døgunum.
Hetta tykist Todi eisini at vera greiður um, men sambært blaðnum tykist hetta tó ikki vera nakað, sum nervar leikaran stórvegis.
- Tað kann væl vera, at hetta gevur trupulleikar, men eg eri ógvuliga frustreraður um gongdina í hesum. Eg kendi meg veruliga at vera væl fyri. Eg hevði spælt leingi uttan at hava trupulleikar av skaðum og formurin var í topp. Nú havi eg gingið tríggjar vikur uttan dyst, og tað kostar í so máta, sigur Todi, sum altso framvegis ikki veit, hvussu álvarsaman skaða talan er um.
Vit royndu at fáa orðið á Toda mánamorgunin, men hetta eydnaðist okkum tíverri ikki.