Eitt ønskriligt neyðarróp

Oddagrein

 

Vanliga siga vit, at vit hava eitt vælferðarsamfelag. Tá vit ferðast úti í heimi hava vit lyndi at reypa okkum av okkara vælferðarskipan. Og tað er ikki sjáldan vit møta útlendingum, sjálvt írum og bretum, sum við undran tosa um norðurlendsku vælferðasamfeløgini. Men hvussu er nú støðan í okkara kæra vælferðarsamfelagið?


Um vit taka pulsin, so hoyrdu vit skelkandi tíðindini í útvarpinum hóskvøldið. Tá varð upplýst, at eini 450 sjúklingar fleiri kundu verið lagdir inn á Landssjúkrahúsið um árið, um ikki tað lógu so nógvir røktarsjúklingar á sjúkrahúsinum. Onkur av hesum røktarheimssjúklingum hevur enntá ligið á Landssjúkrahúsinum í tvey ár.


Fyrr í vikuni greiddi kvinna í sendingini, Føroyar í dag, frá, at tey noyddust heim fleiri ferðir um dagin fyri at røkta og vitja ein av teimum avvarðandi. Viðkomandi klárar ikki at hjálpa sær sjálvum, og tey hava í fleiri ár bíðað eftir, at viðkomandi kann sleppa á Láargarð. Ja, tey vónaðu, at tey, sum fara, búgva á Láargarði. So vónleys er støðan.


Harafturat er fleiri ferðir ta seinastu tíðina komið undan kavi, at heimarøktin er nógv skerd. Ja, hon er so skerd, at summi gomul hava bara ein tíma um dagin og summi kanska bara ein tíma um vikuna. Harafturat er so trongligt við játtanini, at heimahjálpirnar mugu gera tað, sum gerast skal í størsta skundi, fyri at kunna klárað setningin?


Er hetta støðan, vit kunnu bjóða okkara gomlu í tí harrans ári 2001? Teimu, sum bygdu hetta samfelagið - á skipsdekki, á virkjunum, í bøi ella í heimunum? Nei! Men samgongan reypar sær av, at ongatíð áður er so nógv brúkt til eldraøkið sum júst nú. Og líkt er ikki til, at hon er sinnað at bøta støðuna, um vit hyggja at uppskotinum til fíggjarlóg fyri næsta ár.


Tað er frálíkt at hava setningin, at Føroyar skulu gerast búskaparliga sjálvberandi, men tað kann ikki annað enn stríða ímóti okkara sosialu samvitsku, tá vit senda 350 milliónir av landinum, samstundis sum okkara gomlu og teirra avvarðandi rópa eitt so ønskriligt neyðarróp sum vit hoyrdu nú um dagarnar!