Hondbóltur - menn
Í Havn hittast tey bæði botnliðini, Kyndil og KÍF, og hetta líkist dystinum um, hvør skal sleppa undan niðasta plássinum í jólasteðginum.
Kyndil hevur sum kunnugt havt lakasta árið í søgu felagsins higartil, og tað er helst hetta, sum leikaranrir vilja royna at bøta um, tá farið verður á vøllin móti kollfirðingum. Seinastu dystirnar hevur tó ein ávís framgongd verið at hóma á kyndilsliðnum, har styrkurin við Bárði Johannesen og Allani Mørkøre hevur verið sjónligur. Tí er tað helst ein stórur missur, at Bárður vegna leikbann ikki fær verið við hesaferð.
Hjá KÍF tykist pílurin eisini peika uppeftir í løtuni. Ikki minst mundi tað koma væl við, at teir vunnuleimadystin móti StÍF seinasta leygardag. Tað hevur annars fleiri ferðir verið heilt nær við hjá kollfirðingum, men mest sum hvørja ferð hava teir verið ov stuttir í avgerandi løtunum. Hesa ferð møta teir so einum liði, sum partvíst hevur havt sama trupulleika, og so er spurningurin, hvør parturin dugir best at takla trýstið, sum stendst av hesum.
Sunnudagin verða tveir dystir, og í báðum førum eru tað tey bæði oddaliðini, sum skulu royna at vinna stig.
Í Runavík hevur VÍF uttan iva eina trupla uppgávu, tá teir vitja Tjaldur. Runavíkingarnir hava havt góð úrslit seinastu tíðina, og mest av øllum vilja teir helst prógva, at teir kunnu standa seg í oddinum, og at stórtapið fyri Neistanum bara var ein kollektivur off-day.
Í Havn skulu Neistin og H71 takast. Undan kappingini varð nógv tosað um, hvussu langt hesi bæði høvuðsstaðarliðini mundu fara at røkka, men higartil hevur so eingin ivi verið um, at tað eru teir bláu, sum eru væl stinnari.
Tað er tó júst hetta, sum hoyvíkingar helst vilja broyta, tá teir fara á vøllin. Aloftast hevur H71 verið mett sum hitt lítla felagið í Havnini, og tí ræður tað hvørja ferð í slíkum dystum um at prógva, at teir nú hava vaksið seg enn eitt petti størri í mun til stórabeiggjan.