Citroën Berlingo Multispace Mudutop:

Citroën Berlingo kom fyrstu ferð á marknaðin í 1996. Bilurin bleiv beinanvegin væl móttikin av barnafamiljunum í Evropa og aðrastaðni. Í fjør bleiv Berlingo broyttur bæði uttan og innan.

Nýggi Berlingo fæst í útgávunum Advance og Multispace. Multispace fæst so aftur í útgávunum Modutop og Clim, sum gera bilin meira praktiskan og brúkaravinarligan, við tað at plássið undir loftinum er so væl útnyttað.
At seta seg inn í ein Berlingo í Modutop útgávuni er sum at koma inn í eitt flogfar, har eru ikki minni enn fimm loftvindeygu, fleiri hillar, skáp við lúkum, og ventilatiónsdysir. Til tey ferðandi á baksetrinum eru tvey smá borð, júst sum í flogførunum. Undir loftinum framman er ein fløguboks. Clim útgávan hevur eisini aircondition.
Undir loftinum í viðførisrúminum er eitt rúmligt skáp. Ein Modubox innkeypsvognur er eisini við í keypinum. Berlingo er ein fimm persónabilur, men eitt eykasetur kann setast inn í viðførisrúmið, sum annars er so stórt, at ein barnavognur passar inn uttan at skula leggjast saman.
Berlingo fæst við tveimum bensinmotorum við ávikavist 75 og 110 hk og tveimum dieselmotorum við 71 og 90 hk, sum er ein HDI motorur.
Í nýggju útgávuni er Berlingo eisini blivin ein tryggari bilur við kraftigari airbagbjølgum, størri bremsuskivum og øðrum innbygdum trygdarskipanum. Servostýringin verður ávirkað av ferðini, soleiðis at bilurin er lættari at stýra við lægri ferð, og stýringin verður tyngri og fastari, tá ferðin veksur.
Í bíligastu útgávuni kostar ein Berlingo kr. 153.000,-, tá er tað ein við 1,4 litur motori og 75 hk. Ein Multispace Modutop Clim við aircondition, fartpiloti, tokulyktum, hita í setrunum, armleni framman og lakkeraðum fendaralistum, kostar kr. 192.780,-.









Citroën Berlingo Multispace Clim

Motorurin 1,6 litur 4 syl bensin við 110 hk

0-100 km/t11,3 sek

Bensinnýtsla13,5 km/l (blandað koyring)

Dekkstødd185/65-15

Stødd og vekt
Longd413,7 cm
Breidd172,4 cm
Hædd181,0 cm
Eginvekt 1250 kg
Viðførisrúm624 litrar

Prísurkr. 168.000,- (1,6 Multispace)

kr. 192.780,- (1,6 MultiClim v.Modutop og Pack 2)

SøluumboðIvan Johansen Bilar
Hoyvíksvegur 63
FO-110 Tórshavn
Tel. 313666
www.ivan.fo