gevur mær eina dragandi kenslu – aftur í tíðina. Tað er nú eina ferð soleiðis, at skulu vit hava eina uppliving, er tað upp til hvønn einstakan at meta um góðskuna og tað ein vil hoyra, men her hevur Sakaris [...] tónleikurin hevur at bera fram og tað er Sakaris sanniliga eksponentur fyri. Vit hava, hesi seinastu árini, sæð og hoyrt nógv nýtt koma út, men her hevur Sakaris duga hetta, at fáa eldri sjangrur inn í sína útgávu [...] áhugaverdan. Tað, sum er við electropoppinum er, at hann, fyri meg, hevur nakrar ávísar “grundtónar,” sum føra meg onkrastaðni aftur í sjeyti- ella áttatiárini og kenslan av disco er heldur ikki heilt fjar
er eftir, at undran hevur tikið seg upp um nýggju grindalógina, har millum annað fráboðanarskyldan er herd. Lógin heimilar eina bót á minst 25.000 krónur, um fólk ber eyga við eina grind uttan at boða [...] lógina vera tekin um, at ein fólksliga øsing hevur skundað politikararnar til herdar revsireglur uppundir løgtingsval. Sambært Jógvan Páll Lassen, eru 25.000 í bót fyri ófráboðaði grind úti av proportiónum [...] lógarbrot. Tað segði Jógvan Páll Lassen við Rás 2 í gjár. Jacob Vestergaard heldur ikki, at tað er so einfalt at samanbera og greiddi frá sínum sjónarmiðum í dag. Trýst á pílin undir myndini, fyri at lurta
telefon. DR hevur eina frálíka heimasíðu, sum hevur flest allar sendingar liggjandi, men nú vil DR eisini bjóða sínum hyggjarum ein telefon møguleika. Appið hevur somu møguleikar, sum tú hevur við telduni [...] sjónvarp við appinum. Tv2 hevur longu eina slíkan møguleika, tó er tað ein nakað skerd skipan við tað, at Android telefonir ikki kunnu nýta skipanina. DR hevur framleitt eina skipan, sum er til allar telefonir [...] DR á iPhone, Android og iPad. At framleiða sjónvarpssendingar er ikki tað, sum tað hevur verið. Nú krevur hyggjarin í stóran mun, at hyggja at sendingum á telefonini ella á telduni. Fleiri størri sjón
hevði ætlað, at Løgtingið skuldi fara í jólafrí í morgin, fríggjadagin Men tað sær svart út eftir tað, sum hendi í Løgtinginum beint nú. Høgni Hoydal, løgtingsmaður, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið næsta [...] við fiskidøgum í eitt ár aftur at. Annars hevur Løgtingið samtykt at fara til eina kvotuskipan á nýggjárunum, men tað dróg út og endin var, at Framsókn kravdi, at fiskidagarnir halda fram í eitt ár afturat [...] vanligt. Tað merkir, at tað skulu ganga nakrir dagar ímillum hvørja viðgerð, samstundis sum at tað skal í eina nevnd at verða viðgjørt nágreiniligari.
Rólantsson var við frá byrjan, tá lið hansara í dysti í donsku superliguni vann 2-0 á Brøndby á útivølli. Gilli fekk fulla spælitíð í dag. AaB var á odda 2-0 í steðginum. Í 25. minutti legði Thomas Enevoldsen AaB [...] fyrsta plássi við 32 stigum. FC Midtjylland hevur eins og AaB 31 stig, men hevur eina verri málúrtøku enn AaB. Midtjylland og FC Keypmannahavn skuldu spæla í Herning í dag, men dysturin bleiv avlýstur. [...] AaB á odda 1-0, aftaná eitt gott upplegg frá Nicolaj Thomsen, sum í løtuni áðrenn fekk eina góða sending frá Gilla Rólantssyni. Eitt lítið korter seinni økti litaviski málrevurin hjá AaB, Lukas Spalvis
skotin inni í rættarsalinum. Annar maðurin varð skotin inni í rættarsalinum, hin beint uttanfyri dyrnar, boðar løgreglan í Keypmannahavn frá. Ein 15 ára gomul genta, sum var í starvsvenjing í rættinum, greiðir [...] Tveir menn vórðu í morgun skotnir í býarrættinum í Keypmannahavn, nærindis Ráðhúsplássinum. Annar er deyður av løstunum, hin er enn í lívsvanda. Ein maður er handtikin og er undir illgruna fyri at hava [...] gerðina, umframt at løgreglan hevur lagt hald á eitt vápn, sum teir vænta varð nýtt til illgerðina. Talan er um eina avsagaða veiðibyrsu. Talan er eftir øllum at døma um eina familjuuppgerð, sigur JyllandsPosten
stjórnarflokkarnir hittast á fundi í kvøld, har teir skulu royna at finna eina loysn á trupulleikunum í samstarvinum teirra millum, sum ikki hevur verið verri enn tað sama. Uttan eina semju, røkist ikki fyri øðrum [...] Men eftir at avgerðin hevur møtt sera stórari mótstøðu, kom Antonis Samaras fríggjadagin við einum nýggjum tilboði um, at ein lítil partur av starvsfólkunum í ERT skuldu setast aftur í starv, so tíðindasendingar [...] Báðir teir smærru flokkarnir í samgongustjórnini í Grikkalandi hava havnað einum semingsuppskoti frá forsætisráðharranum, Antonis Samaras (myndin), sum roynir at sleppa undan eini hóttandi stjórnarkreppu
neytini á beiti í Uruguay, so talan er um eina siðvenju, sum hevur meir enn fýra øldir á baki, og tað sæst og merkist á matsiðunum í Uruguay. Glóðstokt “Asado” Eitt orð, sum gongur aftur í teimum flestu [...] umhugsni. Har bleiv ikki hurrað í matgerðini. Støðið á neytakjøti í Uruguay kann samanberast við støðið á skeljadjórum og fiski úr Føroyum. Bæði tá vit ótu asado á matstovu í Montevideo, og ótu sama rætt [...] stavar frá sunnara partinum av Fraklandi. Í Fraklandi verður tannat-drúan ikki so nógv brúkt longur. Í Uruguay er støðan við tannat-drúini tó ein heilt onnur. Í Uruguay er tannat-drúan sjálv tjóðardrúan
at menna tey ymsu økini í Tórshavnar Kommunu Tað heldur Jógvan Arge, býráðslimur í Havn. Tórshavnar býráð hevur skipað eina økisnevnd, men Jógvan Arge heldur, at nevndin hevur alt ov vánaligar umstøður [...] tískil hava eina serliga játtan til hesa økisnevndina, so at hon fær betri møguleikar at virka til frama fyri tey ymsu økini í kommununi. Hann sigur, at minstamarkið er, at nevndin fær eina játtan til at [...] býráðslimir eru ikki samdir. Teir siga, at semjan í býráðnum er, at økisnevndin skuldi vera undir fíggjarnevndini og teir eru ikki sinnaðir at stovna eina sjálvstøðuga nevnd afturat.
Karsten Hansen hevur júst boðað frá, at hann hevur meldað seg inn í Miðflokkin Í hesi løtu er tíðíndafundur á Sjómansheiminum í Klaksvík. Meira verður at frætta um eina løtu.