Aftaná fótbóltin er tað neytakjøtið, sum hevur gjørt Uruguay kent kring heimin. Og tað er ikki uttan grund. Í Uruguay eru nógv góð øki til neytahald kring alt landið. Uruguay-búgvar ganga yvirhøvur høgt uppí góðskuna, tá um neytakjøt ræður. Flestu neytini ganga á góðum, grasgrønum fløtum í tí lítla suðuramerikanska landinum. Neytakjøt er tann størsta útflutningsvøran hjá Uruguay, og hava Uruguay-búgvar eisini vunnið seg inn á tann kinverska marknaðin við sínum framúrskarandi neytakjøti. 25 prosent av neytakjøtinum, sum Uruguay framleiðir, verður útflutt fer til Kina. Strangu heilsufrøðuligu myndugleikarnir í Kina, sum ikki eru at spæla við, hava givið neytakjøtinum úr Uruguay fremsta og besta ummælið, sum fæst. Umleið 37 prosent av útflutninginum hjá Uruguay er neytakjøt. Longu í 1603 gingu tey fyrstu neytini á beiti í Uruguay, so talan er um eina siðvenju, sum hevur meir enn fýra øldir á baki, og tað sæst og merkist á matsiðunum í Uruguay.
Glóðstokt “Asado”
Eitt orð, sum gongur aftur í teimum flestu suðuramerikonsku londunum er “Asado”. Bæði, tá vit ótu á matstovu í Montevideo, og tá vit vitjaðu tann stóra føroyavinin, Joaquin Memoli Suarez sluppu eg og Ivan Eginsson Eysturland at royna asado. Og sigast má, at talan er um besta glóðstokta kjøt, og kjøtúrdráttir og pylsur, sum vit hava smakkað. Kjøtið og kjøtúrdráttirnir vóru eisini handfarnir og glóðstoktir við stórum umhugsni. Har bleiv ikki hurrað í matgerðini. Støðið á neytakjøti í Uruguay kann samanberast við støðið á skeljadjórum og fiski úr Føroyum. Bæði tá vit ótu asado á matstovu í Montevideo, og ótu sama rætt frá grilluni hjá Memoli-Suarez familjuni, so kundu vit bert sammæla, at aldrin hava vit smakkað betri neytakjøt, og úrdráttir úr neytakjøti, enn í Uruguay. Næstu ferð skipað verður fyri gourmetkvøldi á Hotel Føroyum eigur so avgjørt at umhugsast at fáa heim fyrsta floks neytakjøt úr Uruguay. Og teir føroyingar, sum fara á vitjan í Uruguay mugu sjálvandi seta “Asado” ovarliga á listan yvir tað, sum má roynast undir ferðini.
Vindrúan “Tannat” yvirlivdi her
Aftaná fótbóltin og neytakjøtið fer tað at líða væl, at serliga víndrúan “Tannat” er á einum triðja plássi, tá hugsað verður um tað, sum ger Uruguay víðagitið kring heimin. Tannat er ein reyðvínsdrúa, sum upprunaliga stavar frá sunnara partinum av Fraklandi. Í Fraklandi verður tannat-drúan ikki so nógv brúkt longur. Í Uruguay er støðan við tannat-drúini tó ein heilt onnur. Í Uruguay er tannat-drúan sjálv tjóðardrúan. Tannat-drúan verður eisini óðlað í Brasil, Argentina, Peru og í Bolivia, men tað er serliga í Uruguay at hendan drúan er vælumtókt. Mær og Ivani kendist tað løgið, at hendan drúan ikki er betur kend kring heimin, tí talan er avgjørt um gott reyðvín. Serliga tá talan er um vín frá víngarðinum “Bodega Bouza”.
Fyrstafloks víngarður
Víngarðurin “Bodega Bouza” liggur uttanfyri høvuðsstaðin, Montevideo. Talan er um eina familjufyritøku, sum gjøgnum trý ættarlið hevur megnað at gjørt “Bodega Bouza” til eitt rættiliga kent vínmerkið. Eg og Ivan bíløgdu eina rundvísing á víngarðinum, og sigast má, at talan var um ein væl skipaðan víngarð við góðum umstøðum. Á Bodega Bouza leggja tey sera stóran dent á at hava eina framúr góða góðsku. Tí ansa tey eftir, at bara drúir, sum hava eina nóg góða góðsku verða nýttar til vínið, sum ber merkið “Bodega Bouza”. Á Bodega Bouza vilja tey heldur framleiða færri fløskur, sum hava eina framúr góðsku, enn at framleiða eina rúgvu fyri hálvan ella heilan spottpris. Tann dagin vit vitjaðu víngarðin hittu vit ferðafólk úr mongum ymiskum londum, sum høvdu funnið leiðina til Bodega Bouza. Á víngarðinum býðst eisini høvið hjá teimum vitjandi at sleppa at smakka tær framleiðslurnar við merkinum “Bodega Bouza”. Onkursvegna er tað “fínari” at hyggja til Fraklands og Italia, tá fólk skulu keypa sær eina góða vínfløsku, men kennarnir høvdu ikki verið sviknir av einari “Bodega Bouza” afturvið góðum neytakjøti úr Uruguay. Men tað er so ofta, at fjøldin bara hyggur ein veg, og hyggur burtur frá tí, sum er teimum ókent.