Føroyski tónleikurin hevur STÓRA rúmd!

Nýggja útgávan hjá Sakaris gevur mær góðar kenslur og fær meg aftur í tíðina!

 

Eitt eg kann byrja við at siga um Sakaris Emil Joensen er, at onskursvegna er hann eitt sindur “huldisligur,” men ger hann sanniliga ikki minni áhugaverdan.

 

Tað, sum er við electropoppinum er, at hann, fyri meg, hevur nakrar ávísar “grundtónar,” sum føra meg onkrastaðni aftur í sjeyti- ella áttatiárini og kenslan av disco er heldur ikki heilt fjar.

 

Eksperimenterandi tónleikur er eisini blivin ein partur av tí, sum føroyski tónleikurin hevur at bera fram og tað er Sakaris sanniliga eksponentur fyri.

 

Vit hava, hesi seinastu árini, sæð og hoyrt nógv nýtt koma út, men her hevur Sakaris duga hetta, at fáa eldri sjangrur inn í sína útgávu og tað er hann hegnisliga og væl komin frá – flott!

 

Tað er kanska nakað við hansara tónleiki, sum ikki dregur alla “fjøldina” við sær, men tað hevur hann kanska ikki lagt seg eftir, tí hann ger tað serstakliga gott og gjøgnumført og tað eri eg sera fegin um.

 

Ein skal sanniliga fara eftir tí ein vil hava fram, tí tónleikur og mentanin skulu geva listafólkinum eina kenslu, at hetta er boðskapurin og eg havi gjørt mítt og so er tað upp til okkum, at meta um avrikið.

 

Sum eg havi sagt, er henda sjangran kanska ikki tann, sum “selur” allar best, men eg eri sera fegin og eitt sindur ovfarin um júst hesa seinastu útgávuna hjá Sakaris, tí hon er bæði væl frágingin og gevur mær eina dragandi kenslu – aftur í tíðina.

 

Tað er nú eina ferð soleiðis, at skulu vit hava eina uppliving, er tað upp til hvønn einstakan at meta um góðskuna og tað ein vil hoyra, men her hevur Sakaris rakt nakað serligt, sum eg seti høgt!

 

Stakútgávan “DOWNER” er væl úr hondum greidd - FLOTT!

 

Fríðálvur A. Jensen