Tað ber ikki til at samanbera tvørtur um revsingar, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við Hvalaveiðimálum.
Tað er eftir, at undran hevur tikið seg upp um nýggju grindalógina, har millum annað fráboðanarskyldan er herd.
Lógin heimilar eina bót á minst 25.000 krónur, um fólk ber eyga við eina grind uttan at boða frá henni.
Hóast Jógvan Páll Lassen, advokatur, fegnast um lógina sum heild, heldur hann herdu lógina vera tekin um, at ein fólksliga øsing hevur skundað politikararnar til herdar revsireglur uppundir løgtingsval.
Sambært Jógvan Páll Lassen, eru 25.000 í bót fyri ófráboðaði grind úti av proportiónum, tá samanborið verður við onnur álvarsom lógarbrot. Tað segði Jógvan Páll Lassen við Rás 2 í gjár.
Jacob Vestergaard heldur ikki, at tað er so einfalt at samanbera og greiddi frá sínum sjónarmiðum í dag.
Trýst á pílin undir myndini, fyri at lurta eftir samrøðuni við Jacob Vestergaard.
Tá ið nýggja grindalógin varð samtykt áðrenn summarfrítíðina hjá Løgtinginum, førdi tað við sær, at fólk nú kunnu revsast við bót á minst 25.000 krónur, um tey bera eyga við eina grind uttan at boða frá henni.