Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, hevði ætlað, at Løgtingið skuldi fara í jólafrí í morgin, fríggjadagin Men tað sær svart út eftir tað, sum hendi í Løgtinginum beint nú. Høgni Hoydal, løgtingsmaður, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið næsta ár, um at halda fram við skipanini við fiskidøgum í eitt ár aftur at.
Annars hevur Løgtingið samtykt at fara til eina kvotuskipan á nýggjárunum, men tað dróg út og endin var, at Framsókn kravdi, at fiskidagarnir halda fram í eitt ár afturat, tí nú var skotbráið so stutt, og ongar fyrireikingar vórðu gjørdar.
Samtundis sum at uppskotið varð lagt fram í áðni, varð eisini heitt á Løgtingið um at víkja frá øllum tíðarfreistum, so at málið kundi avgreiðast beinanvegin. Men tað fekk ikki tann neyðuga meirilutan, og sostatt skal málið viðgerast sum vanligt. Tað merkir, at tað skulu ganga nakrir dagar ímillum hvørja viðgerð, samstundis sum at tað skal í eina nevnd at verða viðgjørt nágreiniligari.