Báðir teir smærru flokkarnir í samgongustjórnini í Grikkalandi hava havnað einum semingsuppskoti frá forsætisráðharranum, Antonis Samaras (myndin), sum roynir at sleppa undan eini hóttandi stjórnarkreppu, nú almenna ERT-kringvarpið er stongt.
Teir tríggir stjórnarflokkarnir hittast á fundi í kvøld, har teir skulu royna at finna eina loysn á trupulleikunum í samstarvinum teirra millum, sum ikki hevur verið verri enn tað sama.
Uttan eina semju, røkist ikki fyri øðrum enn nývali, og um so er, megnar Grikkaland ikki at lúka allar neyðugar treytir, so landið kann fáa tey altjóða kreppulán, ið annars eru játtað.
Avgerðin um at steðga øllum virksemi hjá ERT-kringvarpinum grundaði stjórnin á, at altjóða lánsveitarar hava kravt, at talið á almennum starvsfólkum skuldi minkast.
Men eftir at avgerðin hevur møtt sera stórari mótstøðu, kom Antonis Samaras fríggjadagin við einum nýggjum tilboði um, at ein lítil partur av starvsfólkunum í ERT skuldu setast aftur í starv, so tíðindasendingar framvegis kundu gerast.










