Tveir menn skotnir í býarrættinum í Keypmannahavn

Annar er deyður av løstunum. Ein maður er handtikin.

Tveir menn vórðu í morgun skotnir í býarrættinum í Keypmannahavn, nærindis Ráðhúsplássinum. Annar er deyður av løstunum, hin er enn í lívsvanda.

 

Ein maður er handtikin og er undir illgruna fyri at hava framt gerðina, umframt at løgreglan hevur lagt hald á eitt vápn, sum teir vænta varð nýtt til illgerðina. Talan er um eina avsagaða veiðibyrsu.

 

Talan er eftir øllum at døma um eina familjuuppgerð, sigur JyllandsPosten.

 

Vitnir greiða frá, at eini seks-sjey skot vórðu skotin inni í rættarsalinum. Annar maðurin varð skotin inni í rættarsalinum, hin beint uttanfyri dyrnar, boðar løgreglan í Keypmannahavn frá.

 

Ein 15 ára gomul genta, sum var í starvsvenjing í rættinum, greiðir frá, at ein maður kom rennandi út úr rættarhølinum og bað tey flýggja.

 

- Tað er ein svakur maður, sum skjýtur, rópti hann, og segði, at vit máttu flýggja. Hann skumpaði meg undan sær, tí eg rann ikki nóg skjótt, sigur hon. Vitni og avvarðandi fáa kreppuhjálp.

 

Løgreglan í Keypmannahavn hevur væntandi ein tíðindafund seinni í dag.