hvussu hart arbeiði dóttirin hevði. Men tað er ikki so nógv at gera við tað, sigur Gladys. Hon hevur søkt um at fáa útbúgving sína góðkenda her, men kravið er, at hon dugir føroyskt og tekur eina roynd [...] tey giftust, og fluttu til Føroyar. Málið og arbeiðið Gladys er í løtuni í barnsburðarfarloyvi, men annars arbeiðir hon á fiskavirki. Og tað er ikki júst tað, sum hon droymdi um, tá hon las til lærara í [...] men eg bleiv so kløkk og kedd, sigur Gladys. Hon hevur søkt um at fáa útbúgving sína góðkenda her, men kravið er, at hon dugir føroyskt og tekur eina roynd á læraraskúlanum. - Men eg veit ikki, um eg nakrantíð
uttanlands er nærmast ein fortreyt, soleiðis at ein kann halda seg fakligt ajour. Føroyar er so mikið lítið, at tað er neyðugt at neyvt samband er við útheimin og sjúkrahús uttanlanda. Tað er sannlíkt, [...] Tað er føroyski sjúklingurin sum skal í fokus, og tað er medisinska fakligheitin sum skal verða stýrandi fyri tær avgerðir sum verða tiknar, og hvussu man skipar Heilsuverk Føroya. Sum støðan er nú fær [...] einum følskum tryggleika um, at tað er líkamikið, hvar í landinum ein verður innlagdur. Viðgerðin og kvaliteturin av henni er tann sami, men so er ikki. Í summum førum er kanska ongantíð ein serlækni innan
uppá. Sooo langt? At Russ Taff hevur verið her tríggjar ferðir áður, er ikki nakað sum er farið ómerkt aftur við borðinum hjá tónleikavinum hansara í USA. Hann er sjálvur sannførdur um, at Føroyar eru vakrasta [...] framføra saman við honum. Tað var longu her á Gøtusandi, at Russ byrjaði at undra seg yvir føroyingar: At ein her hevði givið so nógvar fløgur út, og at ein her átti so frægar tónleikarar og sangarar, [...] komin á fjórða sinni, er hann av sonnum vorðin greiður yvir, hvussu stóran týdning og ávirkan ið tann føroyski tónleikurin hevur havt og framvegis hevur á hann. Eftir enn eina vitjan her í summar, har hann
Her hugsi eg ikki um íslandssáttmálan, sum átti at verið sveinastykkið, tá talan er um at reka ein nýggjan, effektivan, professionellen, rótføroyskan úttanríkispolitikk. Serfrøðin sigur, at sáttmálin er [...] er góður á pappírinum, men ein hvørvisjón í veruleikanum. Við øðrum orðum ein rótføroyskur fullveldisúrdráttur. Her uppi eru vit fleiri, sum harmast um, at okkara topppolitikkarar kalla eina hvørvisjón [...] tmálan. Tað er annars at undrást á, at pressan ikki enn hevur eftirmett hvørvisjónina oman yvir øllum hvørvisjónum, Hvítubók. Størsta, kostnaðarmiklasta og vandamiklasta politiska átak her á landi í nýggjari
at tað, sum manglar, er, at teir myndugleikar, sum hava ábyrgd av fólkaskúlanum, taka hond um tað, sum er. At Føroya Lærarafelag bara stríðist fyri góðum lønarkorum fyri lærarar er ikki satt. Hevði Føroya [...] Føroya Lærarafelag vera virkið í øllum, sum hevur við skúla at gera, og tað er felagið eisini, men støðan er faktisk tann, at tað er Føroya Lærarafelag, sum, so gott sum einsamalt, drívur verkið, meðan my [...] fólkaskúlanum tørvar avbjóðing. At fólkaskúlin er skyld í, at støðið í øllum landsins hægri skúlum lækkar. At tá tað kemur til tann bókliga kunnleikan er tað vorðið til eitt mantra (í fólkaskúlanum), at
í hesum, er ófatiligt. Onkur vil kanska halda, at her er hvørki høvd ella hali á. Men tá ið ongin tjóðskaparlig kós er, og ongin virðing fyri fólkaræði, so er støðan hinvegin tann: At her er onki høvd [...] tjóðskaparlig kós er, verður føroyskur politikkur sum í lýsingini hjá Poul F: “Jú, teir látast h..... kalar, mót landsmonnum bondskir í gerð. Men dintil er oman høvdið, bert danin í eygsjón er.” Herfyri boðaði [...] Danmark. Og hvussu stór virðingin er fyri føroysku tjóðini og okkara grundarlagi og áhugamálum, sæst m.a. á síðu 36. Har verður sagt, at føroyski útflutningurin av fiski er vaksin úr 6000 tonsum í 2013 uppí
Týdningurin av makrelavtaluni millum ES, Norra og Føroyar er alstórur. Tað er breiða fatanin, nú fýra ára føroyskur sjálvdráttur á makrelfeltinum er av. Mikukvøldið skrivaðu hesi trý londini undir eina s [...] 4 prosent av makrelinum.. Føroyski parturin av hesum 84,4 prosentum er 14,93 prosent. Og av samlaða makrelstovninum eiga Føroyar við avtaluni 12,6 prosent. Restin av kvotuni er settur av til ”onnur lond” [...] makrelkvotu, sum gav stívliga 150.000 tons í okkara part. Men hóast føroyski bitin av køkuni við avtaluni er munandi minni í prosentum, so er samlaða kvotan í tonsum væl størri í ár enn í fjør. Tí eiga Føroyar
føroyskum handverkarum er avgjørt ein trupulleiki, sum tað er neyðugt at taka í álvara. Hann vísir á, at tað er ikki bara elektrikarum, sum tað er torført at fáa fatur á. Tað er eisini galdandi fyri timburmenn [...] staðfest, at føroyski arbeiðsmarknaðurin er ein svinghurð, sum bara svingar annanvegin, og tað er úteftir. - Tað ber væl til hjá føroyingum at fara uttanlands at arbeiða. Men hinvegin er tað ómetaliga [...] sigur, at avleiðingin av hesi gongdini, er eyðsýnd. - Avleiðingin er, at bíðitíðin eftir at fáa handverkarar, verður nógv longri. Men tá ið trotið á arbeiðsmegi er so stórt, førir tað eisini við sær, at
Fiskirannsóknarstovuni, er kunnleikin um havtaskuna lítil, og tí er føroyski stovnurin nú við í einum størri samstarvi, har arbeitt verður við at greiða stóra putlispæli, sum havtaskan er. - Vit halda, at fiskurin [...] Bátarnir á landleiðini fáa væl av havtasku, men hesin fiskurin er smærri. Nú tíðin á landleiðini er av, er útboðið minni, men samstundis er fiskurin størri. Høgni sigur, at havtaskuprísirnir á Fiskamarknaði [...] Havtaska Seinastu árini er veiðan eftir havtasku undir Føroyum nógv økt, og í fjør setti veiðan met við 3.245 tonsum. Tað er serliga, síðan fiskaprísirnir fullu, at havtaskuveiðan er økt, og Hjalti í Jákupsstovu
innihaldinum, er sjáldsamur lesnaður. Og tað er spell. Í mongum førum koma bøkur út, tí onkur hevur hug at skriva og fáa tað út í bók. Peningaligur vinningur er ongin, í flestu førum undirskot. Tað er vist bara [...] okkurt ummælt, er meginparturin referat av innihaldinum. Sjálv metingin av inni-haldinum er lítil, kanska er hon als ikki har. Mær hevði dámað betur styttri og ruddiligari ummæli. Tað er ikki neyðugt altíð [...] ringt er at siga um. Bløðini hava ongan fastan teig við ummælum, og tað er spell. Í dag man neyvan bera til hjá fjølmiðlunum at skáka sær undan við at siga, at tað er so tunnligt við fólki, sum er ført