Eru íslendingar nógv klókari enn føroyingar?

Tíðargrein:

Her hugsi eg ikki um íslandssáttmálan, sum átti at verið sveinastykkið, tá talan er um at reka ein nýggjan, effektivan, professionellen, rótføroyskan úttanríkispolitikk. Serfrøðin sigur, at sáttmálin er góður á pappírinum, men ein hvørvisjón í veruleikanum. Við øðrum orðum ein rótføroyskur fullveldisúrdráttur. Her uppi eru vit fleiri, sum harmast um, at okkara topppolitikkarar kalla eina hvørvisjón fyri Hoyvíkssáttmálan. Tað er annars at undrást á, at pressan ikki enn hevur eftirmett hvørvisjónina oman yvir øllum hvørvisjónum, Hvítubók. Størsta, kostnaðarmiklasta og vandamiklasta politiska átak her á landi í nýggjari tíð, borið fram av luftbornu fjølmiðlunum. Í okkara grannalondum hevði pressan fyri langt síðan gjørt eina eftirmetan av “glantrileikinum”.

Eg hugsi heldur ikki um tær trýhundrað milliónirnar, sum vit sendu til Íslands. Kann vera, at vit heldur skuldu havt sent tvey hundrað og fimmoghálvfems milliónir, og so “vaksinera” okkara 13-14 ára gomlu smágentur móti deyðiligari sjúku, og hildið fram við at latið pensionistum ein kaffimunn í tilhaldunum kring landið.

Nei, eg hugsi um munin millum, hvussu vanligi íslendingurin og vanligi føroyingurin “agerar” og “reagerar” tá mótgangur er.

 

Íslendska kreppan

Sum øllum kunnugt hava íslendingar merkt eina sera álvarsliga kreppu.

Mær tóktist, at íslendskir politikkarar í byrjanini ætlaðu at brúka sama “fuppnummarið”, sum føroyskir politikkarar brúktu í hálvfemsunum.

Teir byrjaðu at peika suðureftir ímóti Bretlandi. Bretar høvdu skyldina. Rætt er tað, at bretar vóru ónærisliga harðligir í royndunum at dekka síni tap, orsakað av virkseminum hjá íslendskum bankum í Bretlandi.

Men íslendsku Palleba og Marsanna góðtóku ikki slíkar bíligar undanførslur frá teirra politikkarum.

Mær kunnugt skuldsetur vanligi íslendingurin ikki politikkararnar fyri at hava skapt kreppunu. Slettis ikki. Tað skuldseta teir bjartskygdar og framfýsnar vinnulívsmenn fyri at hava gjørt.

Men teir eru í øðini inn á politikkararnar, tí teir ikki forðaðu fyri, at kreppan kom. Tað høvdu teir skyldu til, halda íslendingar.

 

Føroyski húsagangurin

Fyri skjótt 20 árum síðan fóru Føroyar so ruddiliga á húsagang. Tá vóru ongar mótmælisgongur ímóti føroyskum politikkarum.

Hetta hóast ongin ivi er um, at tað í fyrsta lagi vóru føroyskir politkkarar, sum rendu samfelagið um koll, og at føroyskir vinnulívsmenn í nógv minni mun høvdu ábyrgd av gongdini.

Hóast sera fáir vinnulívsmenn vildu risikera eitt oyra av egnum peningi, so útvegaðu okkara politikkarar fiskiskip fyri einar tvær milliardir krónur, skip sum ongin fiskur var til, og sum tí máttu hava serligar almennar grunnar til rakstur av skipunum. Galdandi lógarreglur vórðu brotnar fyri at fáa tey skipini til landið, sum politikkararnir ynsktu sær. Hetta er staðfest við fleiri dómum. Eg skilji væl, at ein vinnulívsmaður bukkar og sigur ja takk, um hann fær bjóðað eitt fiskiskip til hundrað miljónir krónur, uttan sjálvur at risikera eina krónu.

Tað var eisini landsstýrið, sum skrivliga loyvdi og viðmælti okkara vinnulívsmonnum á landi at læna tvær og eina hálva milliardir krónur í donskum realkredittstovnum. Áðrenn 1985 var stórt sæð ikki givið loyvi til slík lán.

Og landsstýriskvinnan í fíggjarmálum ferðaðist dúgliga út í heim, m.a. til Tokiu, fyri at koma heim aftur við lánum upp á hundraðtals miljónum av krónum á gangin.

Og tá landsstýrið “gekk amokk”, so hildu kommunurnar, at tær eisini skuldu hava teirra part av lánikøkuni.

Úrslitið varð, at Føroyar tóku nýggj lán upp á meira enn sjey milliardir eftir trimum-fýra árum – stórt sæð alt til óproduktiv endamál.

Føroyskir politikkarar høvdu koyrt Føroyar á húsagang upp á “rekordtíð”.

 

Víst mótmælti føroyingurin

Palleba og Marsanna gjørdust alt meira ill – ikki so nógv inn á føroyskar vinnulívsmenn, og slettis ikki inn á føroyskar politikkarar. Teir sluppu undan atfinningum, hóast teir høvdu gingið á odda at skuldarbinda føroyska samfelagið fyri otta-nýggju milliardir krónur.

Palleba og Marsanna gjørdust í staðin í øðini inn á danir og Danmark.

Tá kreppan kom, vendu føroyskir politikkarar sær alt í einum í ein landsynning, nærum allir í senn, sum um teir vóru hervandir. Teir peikaðu og róptu ímóti Keypmannahavn: Danir hava skyldina av, at vit hava koyrt Føroyar á húsagang.

Eftir mínum tykki var tað serliga tær ótespiligu framhaldssendingarnar í sjónvarpinum, sum lupu øði í Palleba og Marsannu. Sum danir plaga at taka til: “De gik lige ind på lystavlen”.

Tað eydnaðist til fulnar at venda vreiðina hjá Palleba og Marsannu frá teimum politikarum, sum høvdu ábyrgdina av kreppuni, yvir ímóti dønum, sum á ongan hátt høvdu ábyrgd av kreppuni. Danir høvdu í staðin ávarað ímóti henni. Og teir vóru skjótir at hjálpa. Og teir loystu kreppuna bæði skjótt og effektivt.

 

Kann vera, at samanberingin ikki er heilt rættvís

Rætt skal vera rætt. Íslendingar hava ikki verið útsettir fyri sovorðnan “propaganda” og slíkan journalistikk, sum okkara Palleba og Marsanna. Íslendska sjónvarpið legði t.d. ikki teirra myndamann inn undir borðið at taka myndir av ókendum “forklæddum” íslendskum beinum, sum skuldu líkjast beinunum á illavorðnum bretum.

Tí tori eg illa at meta um, hvussu nógv klókari íslendingar eru enn vit.