Finnbogi Ísakson
???????????????
Tað er ikki orðið, so nógv tann føroyski fjølmiðlaheimurin er vaksin í vavi tey seinastu 30 árini. Fyri ta tíð høvdu vit eitt útvarp, sum sendi nakrar fáar tímar um dagin, og fleiri bløð enn nú, men við lítlum síðutali og lítið fjølbroyttum innihaldi. Sjónvarp var einki, heldur ikki útlendskt.
Í dag hava vit eitt útvarp, sum sendir einar 16 tímar um dagin, stundum meir. Ein stórur partur tónleikur og sendingar av tí lættara slagnum, men - útvarp hóast alt.
Haraftrat hava vit eitt sjónvarp, sum sendir hvørt kvøld, stundum eisini seinnapartin og um morgunin. Meginparturin av sendingunum er útlendskur, men eisini nakað og í løtuni ikki sørt av føroyskt framleiddum tilfari.
Síðani eru tað bløðini. Færri í tali enn fyrr, men tey stóru við einum síðutali hvørt sær, sum er fleirfaldað tað samlaða síðutalið á øllum bløðunum fyri góðum 30 árum síðani. Tá var tað vanliga síðutalið 4, stundum 8. Til sammetingar kann nevnast, at seinast leygardag hevði Sosialurin 56 síður. Nógv pappír at blaða ígjøgnum, eisini á Dimmalætting.
Um innihaldið er tíverri at siga, at vit í mongum førum fáa tað sama at vita allastaðni. Útvarpið hevur møguleika at koma fyrst við tíðindum, tí tann fjølmiðilin hevur lættast við at koma út til fólk. Tað, sum Útvarpið hevur sagt á middegi, hevur Sjónvarpið so fotograferað um kvøldið. Og so koma bløðini, um kvøldið í Havn og Klaksvík, morgunin eftir aðrastaðni, í mongum førum við teimum somu tíðindunum. Vita bløðini eina góða søgu, hevur Útvarpið lisið hana fyri okkum, áðrenn vit sjálv fáa ella náa at kaga í bløðini.
Tað er tó so, at allir miðlarnir hava eisini annað tilfar enn tíðindi, og tá er ikki alt tað sama allastaðni, men nakað. Bløðini hava hvønn leygardag nógv lesitilfar í Vikuskiftinum í Sosialinum og Skáanum í Dimmalætting. Tað er fyri ein stóran part søguligt og siðsøguligt tilfar, sam-røður og ferðafrásagnir. Ivaleyst eru tey mong, sum lesa alt hetta, hóast tørvurin á at stytta sær stundir á henda hátt er vorðin minni, nú Útvarpið sendir alla tíðina, og nógvar sjónvarpsrásir eru at kaga í umframt okkara egna Sjónvarp.
Fregnir løgdu seg mest eftir at hava viðmerkingar og mentanarligt tilfar. Sosialurin hevur nú víðkað sína Tinghellu við viðmerkingum og analysum og ætlar ivaleyst at yvirtaka nakað av tí tyngra slagnum av tilfari, sum Fregnir hevði. Tað er gott.
Eg eftirlýsi tó bókaummælum í øllum fjølmiðlunum. Tað er ikki nakað nýtt, at flestu bøkur, sum koma út á føroyskum, verða als ikki ummæltar. Í frægasta føri verður tað tíðindatilfar, sum forløgini senda fjølmiðlunum, endurgivið fult út ella partvíst. Somuleiðis verður greitt frá, hvat verður sagt á tíðindafundum, sum summir útgevarar fyrireika. Um-mæli, har onkur ger eina meting av innihaldinum, er sjáldsamur lesnaður. Og tað er spell. Í mongum førum koma bøkur út, tí onkur hevur hug at skriva og fáa tað út í bók. Peningaligur vinningur er ongin, í flestu førum undirskot. Tað er vist bara av idealismu, at fleiri privat forløg finnast í hesum landinum. Tey hava givið hópin av bókum út. Og bøkurnar fáa ikki so frægt sum eitt ummæli.
Verður so okkurt ummælt, er meginparturin referat av innihaldinum. Sjálv metingin av inni-haldinum er lítil, kanska er hon als ikki har. Mær hevði dámað betur styttri og ruddiligari ummæli. Tað er ikki neyðugt altíð at leggja seg meira eftir nøgd enn dygd. Væl veit eg, at í okkara lítla samfelag kann tað vera møtimikið at finnast ov nógv at tí, sum verður givið út. Og eg haldi eisini, at er einki gott at siga um eina bók, er frægast at tiga og lata blekkhúsið fáa frið. Men í flestu førum man tó meira gott enn ringt vera at siga. Og nøkrum atfinningum má ein og hvør, sum dittar sær til at skriva, finna seg í.
Tað tykist, sum er tað hugaligari at ummæla (útlendskar) filmar og sjónleikir enn bøkur. Høgni Djurhuus er ein ummælari, sum dugir og torir at siga sína meining, hóast kanska heldur atfinningarsamur viðhvørt. Eisini var tað áhugavert hetta kvøldið at hoyra Brynhild Thomsen við sínum bombastiska orðalag siga sína hugsan um filmin Fahrenheit 9/11.
Fyri tann skyld kundu bøkur eisini verið meira ummæltar, tí mentanin hevur í seinastuni fingið rúmari ræsur í fjølmiðlun-um. Sjónvarpið hevur sendingina MT (hví í Guds garði kann hon ikki eita Mentanartíðindi?! Hvat er MT fyri nakað?). Útvarpið, sum plagar at gera eitt hirs við bókaummælum uppundir jól, hevur nú sendingina Kultura, sum er áhugaverd og kann gerast ein rættiligur pallur fyri ummælum. Í hesi sending-ini mánakvøldið var bæði ummæli av einum sjónleiki og einari bók. Tað seinna ummæli haldi eg kemur undir tað, sum eg nevndi fremri í greinini um, at kanska skula ikki allar bøkur verða ummæltar - ikki tær, sum bara ringt er at siga um.
Bløðini hava ongan fastan teig við ummælum, og tað er spell.
Í dag man neyvan bera til hjá fjølmiðlunum at skáka sær undan við at siga, at tað er so tunnligt við fólki, sum er ført fyri og fæst at ummæla. Allir fjølmiðlar gjalda í dag fyri umbiðið tilfar, og fáa ummælararnir líkinda samsýning, munna teir neyvan siga nei.
Og fólk við førleika trýtur ikki. Her koma orðabøkur út, óummæltar, hóast tað yður við málfrøðingum. Her koma søguligar bøkur út (Kvíkvíkar Søga, Havnar Søga og fleiri), óummæltar, hóast tað yður við søgufrøðingum. Her koma stuttsøgusøvn, yrkingasøvn og skaldsøgur út, óummælt, hóast tað yður við bókmentafrøðingum. Haraftrat koma leikfólk, sum eisini duga at ummæla.
Her er bara at gera eitt arbeiði, sum kann ríka okkum hyggjarar, lurtarar og lesarar og stimbra tey, sum leggja nakað úr hondum.
Brettið upp um armar, fjølmiðlafólk!