Veiðan eftir havtasku nógv økt seinastu árini

Høgni Hansen á Fiskamarknaði Føroya sigur, at prísirnir á havtasku hava verið góðir í seinastuni, og hetta kemst serliga av, at útboðið hevur verið minni, samstundis sum fiskurin hevur verið størri

Havtaska

Seinastu árini er veiðan eftir havtasku undir Føroyum nógv økt, og í fjør setti veiðan met við 3.245 tonsum.
Tað er serliga, síðan fiskaprísirnir fullu, at havtaskuveiðan er økt, og Hjalti í Jákupsstovu, leiðari á Fiskirannsóknarstovuni, heldur, at økta veiðan er ein kombinatión av góða prísinum, sum fæst fyri fiskin og øktu royndini eftir fiskaslagnum.
Seinastu sjey árini hevur veiðan eftir havtasku verið henda: 2004 (3.245 tons), 2003 (2.650), 2002 (2.080), 2001 (2.306), 2000 (2.397), 1999 (2.660) og 1998 (2.084).
Tað eru fleiri ár síðan, at føroyingar byrjaðu at fiska havtasku. Nøkur garnaskip hava loyvi at veiða havtasku, og somuleiðis fáa trolbátarnir, sum royna á landleiðini um sumrarnar, eisini væl av havtasku.
Tað eru eisini fleiri ár síðan, at myndugleikarnir góvu útróðrarbátinum, Gudrun úr Klaksvík, loyvi at gera royndir eftir havtasku við gørnum á grunnum vatni, og fyri einum 2-3 árum síðan fekk útróðrarbáturin við ávísum treytum endaligt loyvi at veiða havtasku á grunnum vatni á ávísum leiðum.

Kanningar
Hjalti í Jákupsstovu sigur, at Fiskirannsóknarstovan saman við íslendingum, hetlendingum og norðmonnum er í holt við at kanna havtaskuna og havtaskustovnin gjølligari.
- Sum er, vita vit ikki nágreiniliga, hvussu stórur stovnurin er, og hvussu nógv hann tolir, og tí vita vit heldur ikki, um ráðiligt er at veksa uppaftur meira um veiðina.
Spurdur, um tað er sami fiskur, sum Gudrun fær inni á tí grunna vatninum, sum hinir bátarnir fáa úti á, sigur Hjalti, at teir vita ikki annað enn, at so er.
- Gudrun hevur merkt havtasku í nøkur ár, og teir hava eisini fingið nakað av fiskinum aftur. Líkt er ikki til, at fiskurin ferðast so nógv. Hinvegin er lítið og einki fingið aftur av havtaskuni, sum Magnus Heinason hevur merkt, hóast merkingar eru farnar fram bæði norðanfyri, eystanfyri og vestanfyri.
Hjalti heldur, at ein orsøkin til, at so lítið er fingið aftur av tí, sum Magnus Heinason hevur merkt í mun til fiskinum, sum Gudrun hevur merkt, kann vera, at royndirnar hjá Magnusi eru á djúpari vatni og víðari øki.

Lítil kunnleiki
Sum skilst á leiðaranum á Fiskirannsóknarstovuni, er kunnleikin um havtaskuna lítil, og tí er føroyski stovnurin nú við í einum størri samstarvi, har arbeitt verður við at greiða stóra putlispæli, sum havtaskan er.
- Vit halda, at fiskurin veksur rímiliga skjótt, men vita ikki við vissu, um hann yvirhøvur gýtir undir Føroyum ella um yngulið møguliga rekur higar og veksur upp her.
Hjalti í Jákupsstovu sigur, at eitt fólk situr á Fiskirannsóknarstovuni og arbeiðir við havtaskuni, og ætlanin er, at ein frágreiðing um fiskaslagið verður liðug einaferð í vetur.

Dýrur fiskur
Høgni Hansen á Fiskamarknaði Føroya sigur, at prísirnir á havtasku hava verið góðir í seinastuni, og hetta kemst serliga av, at útboðið hevur verið minni, samstundis sum fiskurin hevur verið størri.
- Bátarnir á landleiðini fáa væl av havtasku, men hesin fiskurin er smærri. Nú tíðin á landleiðini er av, er útboðið minni, men samstundis er fiskurin størri.
Høgni sigur, at havtaskuprísirnir á Fiskamarknaði Føroya týsdagin lógu um 35-37 krónur fyri kilo.
- Tað eru fleiri, sum hava áhuga fyri havtaskuni, og millum størstu keypararnar í løtuni eru Kaldbaks Seafood og Nevið í Saltangará, sum í báðum førum skera fiskin, sigur Høgni Hansen.