Avtalan leggur 800 milliónir omaná makrelvirðið

- Atgongdin til at fiska makrelin lutfalsliga frítt og útlitini fyri at fáa ES-boykottið burtur hevur nógv størri týdning enn at Ísland stendur uttanfyri avtaluna, metir Hans Ellefsen, ph.d í búskapi og taktiskur ráðgevi í føroyska samráðingartoyminum

Týdningurin av makrelavtaluni millum ES, Norra og Føroyar er alstórur. Tað er breiða fatanin, nú fýra ára føroyskur sjálvdráttur á makrelfeltinum er av. Mikukvøldið skrivaðu hesi trý londini undir eina strandalandaavtalu, galdandi í fimm ár, har tey taka sær sjálvum tilsamans 84,4 prosent av makrelinum.. Føroyski parturin av hesum 84,4 prosentum er 14,93 prosent. Og av samlaða makrelstovninum eiga Føroyar við avtaluni 12,6 prosent.
Restin av kvotuni er settur av til ”onnur lond”, sum tað verður tikið til í fráboðan frá Fiskimálaráðnum. Sipað verður her til Ísland, Russland og Grønland.
Hans Ellefsen er búskaparfrøðingur og hevur skrivað eina ph.d ritgerð um avtalurnar um uppsjóvarfiskin í Norðuratlantshavi. Hann verður í dag brúktur sum taktiskur ráðgevi í føroyska samráðingartoyminum, sum Jacob Vestergaard setti á stovn í august í fjør.
- Sagt eitt sindur fýrkantað, so gevur makrelavtalan somu nøgd sum í fjør, men kann í prinsippinum koma at geva tvífalt so høgan prís fyri hvørt kilo, sigur Hans Ellefsen.
Í fjør útfluttu Føroyar makrel fyri 800 milliónir krónur. Men tá var ES-marknaðurin, sum vanliga gevur nógv besta prísin, stongdur fyri føroyskan makrel síðsta triðingin av árinum.
- Roknistykkið er sjálvandi treytað av, at handilsboykottið verður tikið av og vinnan aftur fær atgongd til góða marknaðin í ES, sigur Hans Ellefsen.
Í fjør ásettu Føroyar sær egna makrelkvotu, sum gav stívliga 150.000 tons í okkara part. Men hóast føroyski bitin av køkuni við avtaluni er munandi minni í prosentum, so er samlaða kvotan í tonsum væl størri í ár enn í fjør. Tí eiga Føroyar 156.000 tons av makreli í ár.
- Hesi 12,6 prosentini av heildarkvotuni skulu helst setast upp ímóti teimum 23 prosentunum, sum Føroyar helst annars høvdu ásett sær við eginkvotu. Men við avtaluni ber til at flyta seg aftur frá fokus á nøgd til fokus á dygd og prís, sigur Hans Ellefsen.
Búskaparfrøðingurin heldur tað vera sannlíkt, at landingarvirðið á makrelinum kann økjast við okkurt um 600 milliónum krónum í ár, sammett við í fjør. Og harumframt kann betri atgongd, ein opin ES-marknaður og tryggari karmar fyri vinnuna lættliga geva eini 200 milliónir krónur afturat.
- Tí kann hendan avtalan um makrelin, ið varð undirskrivað mikukvøldið, lættliga geva 800 milliónir krónur í meirvirði í útflutninginum, metir Hans Ellefsen.
Við atgongdini til at fiska makrelin í norskum ella ES-sjógvi kemur eisini spurningurin, hvørt tað framhaldandi skal vera eitt mál at fáa rávøruna upp á land og virkaða til matna í Føroyum.
- Tað verður ein spurningur hjá politikarunum at taka støðu til, sigur Hans Ellefsen.
Sambært Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, gevur makrelavtalan føroyskum skipum møguleika fyri at fiska 35 prosent av makrelkvotuni í norskum sjógvi, meðan 30 prosent kunnu fiskast í ES-sjógvi.

Ísland
Atgongdin at fiska makrelin, tá hann er bestur, umframt útlitini fyri at ES-boykottið verður avtikið, vigar munandi meira í hugaheiminum hjá Hans Ellefsen, sammett við atlitið til Ísland.
- Sjálvandi er harmiligt, at Ísland ikki er við í hesi avtaluni. Og bara tíðin vil vísa, um føroyska avgerðin fer at ávirka komandi fiskivinnusamráðingar við Ísland, sigur Hans Ellefsen og heldur fram:
- Tá fýra parta samráðingarnar slitnaðu, so vóru tvinni alternativ fyri Føroyar. Antin at vera við í eini trý partaavtalu. Ella halda seg uttanfyri eina avtalu, sum ES og Norra helst høvdu gjørt einsamøll. Eftir mínum tykki hevði kostnaðurin verið størri enn vinningurin, um Føroyar valdu at standa uttanfyri, sigur Hans Ellefsen.
Ein stórur knútur í samráðingunum var íslendska kravið um at sleppa at fiska makrel í grønlendskum sjógvi. Tað gjørdist ein kardinalspurningur fyri hini trý londini, sum í síni avtalu hava bundið seg til ikki at fiska makrel í grønlendskum sjógvi.
Íslendski fiskimálaráðharrin, Sigurdur Johannsson, sigur í kjalarvørrinum á semjuni millum ES, Norra og Føroyar, at Ísland fer at áseta sær sína egnu makrelkvotu innan nakrar vikur. Somuleiðis er greitt, at Grønland tillutar sær sjálvum 100.000 tons av makreli at fiska í egnum sjógvi í ár. Harvið er greitt, at samlaða kvotan verður væl hægri enn tey 1.240.000 tonsini, sum longu er hægri enn tað ICES metir verða ráðiligt at fiska í ár.
Kortini heldur Hans Ellefsen fast um, at makrelavtalan hevur avgerandi týdning.
- Í avtaluni er lagt upp fyri, at Ísland kann koma við seinni, sigur Hans Ellefsen og sipar til tey 15,6 prosentini av heildarkvotuni, sum tey trý londini ikki hava tikið til sín sjálvs.
Eisini metir Hans Ellefsen, at makrelavtalan kann slóða fyri eini komandi avtalu um norðhavssildina.
Fimm lond samráðast um býtið av norðhavssild. Norra er stóri aktørurin í hesum samráðingum, meðan hini strandalondini í hesum høpi eru Ísland, Russland, ES og Føroyar. Her er støðan tann øvugta, nevniliga at hini fýra londini eru samd um eitt býti, sum Føroyar ikki kunnu góðkenna. Men eftir makrelavtaluna fara ES og Føroyar aftur til samráðingar um býtið av norðhavssild, longu í næstu viku.

Fimm ár
Samstundis sum makrelavtalan tryggjar ES, Norra og Føroyum trygg viðurskifti kring makrelfiskiskapin næstu fimm árini, so setir hon Ísland og Grønland í eina heilt aðra støðu.
- Vísir tað seg, at makrelurin broytir ferðingarmynstur næstu árini, so er ikki óhugsandi at ES, Norra og Føroyar næstuferð fara at taka sær sjálvum alla makrelkvotuna, meðan Ísland og Grønland tá als ikki fáa atgongd til makrelin, metir Hans Ellefsen.
Tað er tó eingin logisk frágreiðing til, hví makrelavtalan er galdandi í júst fimm ár. Talan er hinvegin um ein samráðingarspurning.
- Fimm ár er væl framvegis ov stutt tíðarskeið til at fáa allar vísindaligu kanningar gjørdar, soleiðis at makrelstovnurin kann lýsast niður í smálutir. Men avtalan gevur stabil viðurskifti, staðfestir Hans Ellefsen.
Mest sannlíkt verður ein komandi sildaavtala tó bara galdandi í eitt ár.
- Tað kemst av tí einfaldu orsøk, at vísindaliga arbeiðið í samband við at kortleggja sildastovnin verður liðugt í heyst. Tann niðurstøðan verður grundarlag undir einum framtíðar býti av norðhavssildini, sigur Hans Ellefsen.
Búskaparfrøðingurin, ið sum nevnt er taktiskur ráðgevi í føroyska samráðingartoyminum, metir sannlíkindini vera góð fyri at strandalondini gera eina eitt ára avtalu um býtið av norðhavssildini.
- Ja, eg meti tað vera sannlíkt at ein sildaavtala kemur uppá pláss í næstum, sigur Hans Ellefsen.
Í gomlu sildaavtaluni áttu Føroyar stívliga fimm prosent av heildarkvotuni. Hans Ellefsen hevur einki boð uppá, hvussu nógv fellir í føroyska partin í eini komandi avtalu.

Normalisering
Síðstu fýra árini hevur føroyska fiskivinnan verið í eini serstøðu. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur á hvørjum ári ásett Føroyum egna makrelkvotu og hevur síðani býtt kvotuna út eftir tí meginreglu, at allur flotin skal hava burturav. Sama støða hevur verið galdandi í samband við norðhavssildina síðani í fjør.
Við makrelavtaluni er støðan aftur normal. Føroyar hava samráðst seg til eina kvotu, og landsstýrismaðurin og vinnan vita, at næstu fimm árini eiga Føroyar 12,6 prosent av heildarkvotuni. Tað eigur at síggjast aftur í fiskivinnupolitikkinum, metir Hans Ellefsen.
- Jú, argumentið um at vit eru í eini serstøðu er nú burtur. Støðan er nú aftur normal. Tí eiga tey skip, sum eru best egnað at fiska makrelin, eisini at sleppa at fiska hann, sigur Hans Ellefsen.
Búskaparfrøðingurin hevur eisini sítt boð uppá, hvussu tað eigur at gerast:
- Útgangsstøði má vera, at samfelagið má fáa sum mest burtur úr hesum ríkidømi. Sæð út frá einum búskaparligum sjónarmiði, so hevði verið rættast við einari marknaðarbaseraði skipan, tað vil siga eini eini uppboðssølu ella útbjóðing av onkrum slag, sigur Hans Ellefsen.
Hann vísir á, at nú er tað ikki longur eitt krav at øll tonsini partú skulu fiskast.
- Fiskivinnupolitiskt hava vit ikki longur tað kravið hangandi oman yvir okkum, at vit skulu prógva, at vit megna at fiska alla kvotuna, enntá í føroyskum sjógvi. Avtalan gevur møguleikar at leggja fiskiskapin til rættis fyri harvið at fáa sum mest burturúr, sigur Hans Ellefsen.