Trot á handverkarum steðgar menningini av samfelagnum

Tað er púra øvugt, at politikararnir forða útlendingum at koma til Føroyar at arbeiða, samstundis sum at teir eggja handverkarum at fara úr Føroyum at arbeiða, sigur Jan Mortensen í Vinnuhúsinum

Byggivinnan
 

 - Tað er ein stórur trupulleiki fyri samfelagið, at tað er so ringt at fáa fatur á Handverkarum. Ì síðsta enda steðgar tað menningini av samfelagnum.
Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum, sigur, at trotið á føroyskum handverkarum er avgjørt ein trupulleiki, sum tað er neyðugt at taka í álvara.
Hann vísir á, at tað er ikki bara elektrikarum, sum tað er torført at fáa fatur á. Tað er eisini galdandi fyri timburmenn og aðrar handverkarar. Og tað er ikki bara til Noregs, at føroyskir handverkarar streyma til. Tað arbeiða eisini ein ørgrynna av føroyskum handverkarum av ymsum slagi í Danmark.
Men trotið á arbeiðsmegi ger seg eisini galdandi í føroysku flakavinnununi, tí í hvussu so er í miðstaðarøkinum, er tað torført hjá flakavinnuni at fáa fólk.
- Eg veit, at fleiri byggivirki hava leitað við ljós og lykt eftir handverkarum, men til fánýtis.
 Hann sigur, at avleiðingin av hesi gongdini, er eyðsýnd.
- Avleiðingin er, at bíðitíðin eftir at fáa handverkarar, verður nógv longri. Men tá ið trotið á arbeiðsmegi er so stórt, førir tað eisini við sær, at lønin verður trýst uppeftir.
Avleiðingin er eisini í síðsta enda, at meinngin av samfelagnum verður seinkað, tí tað verður bæði longri og dýrari at byggja.
 
Svingar bara annan veg
Jan Mortensen sigur, at hann hevur langt síðani staðfest, at føroyski arbeiðsmarknaðurin er ein svinghurð, sum bara svingar annanvegin, og tað er úteftir.
- Tað ber væl til hjá føroyingum at fara uttanlands at arbeiða. Men hinvegin er tað ómetaliga torført at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya at arbeiða í vinnum, har trot er á arbeiðsmegi.
Einastu lond, vit kunnu fara eftir arbeiðsmegi, er í Norðurlondunum.
- Tað bar eisini væl til í áttatiárunum, tá ið tað eisini var nógv at gera í Føroyum, tí tá var lítið at gera í hinum norðurlondum. Urslitið var, at tað var onki í vegin fyri at  fáa danir og íslendingar og aðrar higar í hópatali at arbeiða.
- Tann møguleikan hava vit ikki longur, tí nú er eisini nóg mikið av arbeiði í hinum norðanlondunum.
Men hini norðurlondini eru í eini heilt aðrari støðu enn vit, tí tey eru limir í ES ella EBS og hava tí ein sera stóran arbeiðsmarknað, sum tey kunnu fáa fólk frá.
Ùrslitið er, at bæði í Danmark, Íslandi og øðrum londum, koma fólk úr øllum herðashornum at arbeiða í byggivinnuni, fiskivinnuni og aðrastaðni, har trot er á arbeiðsmegi.
- Men hendan møguleikan hava vit ikki í Føroyum. Meðan danir hava alt ES, sum sítt ytra mark, haðani teir kunnu fáa arbeiðsmegi, hava vit bara norðurlond og har er eisini trot á arbeiðsmegi.
Stjórin í Vinnuhúsinum heldur tí avgjørt, at vit eiga at endurskoða okkara útlendingapolitikk, so at tað verður lættari at at fáa útlendingar til Føroyar at arbeiða í vinnum, har trot er á arbeiðsmegi.
 
Øvugtur politikkur
Men samstundis heldur hann, at tað er løgtið, at landsins politikarar føra ein politikk, sum beinleiðis eggjar føroyskum handverkarum at fara uttanlands at arbeiða.
Her hugsar hann um serliga frádráttin, sum føroyskir handverkarar fáa, sum fara uttanlands at arbeiða.
Samstundis sum stórt trot er á arbeiðsmegi í Føroyum, ger útlendingapolitikkurin, at tað ómetaliga torført at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya. Men samstundis hava vit skipanir við frádráttum, sum beinleiðis eggjar føroyskum handverkarum at fara uttanlands. Hetta virkar heilt øvugt, heldur Jan Mortensen.
- At føroyskir handverkarar verða stuðlaðir at fara uttanlands í ringum tíðum skilji eg væl. Men skipanin má lagast til, so at teir eggjast at koma heimaftur, tí ið tørvur er á teimum herheima.