sáttmálar við nakrar kommunur, og í løtuni er felagið í samráðing við aðrar kommunur um sáttmála fyri teirra starvsfólk. So nýggja arbeiðsgevarafelagið kemur ikki óvart á formannin í Starvsmannafelagnum. - Vit [...] hansara felag er tað hetta, sum hevur ligið fremst í huganum, og tað er ein av orsøkunum til, at tey samráðast við kommunurnar í løtuni. - Tað er júst fyri at betra um sáttmálaviðurskiftini hjá starvsfólkunum [...] og við Tórshavnar Kommunu í fleiri ár, so hetta er eingin kollvelting í so máta, men heldur ein standardisering av viðurskiftunum, sigur Gunnleiv. Tá kommunurnar miðskeiðis í áttatiárunum royndu at gera
fór í gongd í 1990. Sáttmáli var gjørdur við MT-Group um gerð av tunnlunum í 1988, men fyrireikingarnar til eitt slíkt arbeiðið tekur drúgva tíð. Vesturbrúgvin - tann millum Fjón og Sprogøe - fór í gongd [...] Margretha drotning hevur klipt snórin í tvey, er landafast millum Sæland og Fjón. Tað er eitt av størstu anleggsarbeiðunum í Danmark, sum tá verður liðugt. Tað var í juni 1986 at danska fólkatingið samtykti [...] byrjaði í januar 1995 og nú tann 30. november 1997 var síðsti parturin av vegbreytini í Eysturbrúnni lagdur upp á pláss. Sunnudagin 14. juni verður so fasta sambandið um Stórabelt alment tikið í nýtslu
bara í útsjónd, men so sanniliga eisini á døgurðaborðinum. Toskurin fer á fínara marknaðin til dømis í Englandi og USA, meðan upsin endar sum »discount« døgurði serliga í Týsklandi og Fraklandi. Og í løtuni [...] partrolarum. Bjarti Mohr sigur, at tað í løtuni bara eru tveir upsakeyparar í Føroyum. Tað eru Kósin og Fiskavirking. At so illa stendur til er tí, at upsamarknaðurin í Europa er fallandi. Og við fallandi [...] fallandi marknaði er tað beinleiðis ov hættisligt a fara á uppboðssølu. Tí prísurin í dag er lægri, enn hann var í gjár. Tí hava partarnir valt heldur at samráðast við keypararnar her á landi um hvørja einstaka
um í heiminum yvirhøvur. Men tað slapp Joan, tá hon var og vitjaði umborð saman við øðrum innbodnum. Joan Olsen er 16 ára gomul og gongur í 10. flokki í Runavíkar skúla. Tey eru gott 20 næmingar í flokkinum [...] of the Seas, sum lá í Nólsoyarfirði. Joan og floksfelagarnir hava verið í praktik á mongum ymiskum støðum. Tey flestu hava verið í Havn, sigur Joan, men ikki øll kortini. Tvær gentur í flokkinum valdu eitt [...] flokkinum. Hon hevur í tvær vikur verið í praktikk á Sosialinum og fekk høvið at royna okkurt, sum hon ikki hevði roynt fyrr. Millum annað var hon við, tá pressan saman við øðrum varð boðin umborð á risastóra
góðkend foreldur eitt nú í Føroyum, greiðir frá møguleikunum fyri ættleiðing, sum teir eru júst nú. DanAdopt hevur samstarv og sambond í tólv londum í Asia, Europa og Suðuramerika. Í fjør skipaði felagsskapurin [...] Ole Bergmann spurningar av avskyns slagi. Í hesi vikuni er Mrs. JaiSita Panigrahi, ið DanAdopt hevur neyvt samstarv við, á vitjan í Føroyum. Hon er úr Mumbai í India, og rekur barnaheimið Bal Vikas, ið [...] noydd at bíða. Eftir at foreldrini eru góðkend, kunnu tey bíða í nakrar vikur, men eisini uppí tvey og eitt hálvt ár, áðrenn tey fáa eitt barn í uppskoti. Síðani skulu tey aftur bíða til barnið kemur heim
Limirnir í bólkinum práta um bólkin og um at leika tónleik og vera trúgavndi og um hvussu hetta merkir innihaldið í sangunum. Ímillum løg og bólkar síggja vit myndir úr Føroyum og úr gøtunum í Havn. Rakul [...] fingið boð at koma til USA og hevur eisini júst selt eini 4000 eintøk fløgur í Íslandi. Men Føroysku bólkarnir klára seg væl og vakrar myndir eru úr Føroyum. Í Svf Stórur áhugi er fyri Frostpop. Grønlendska [...] filmin og DR 2 hevur víst áhuga. Eisini í Føroyum er áhugi fyri filminum og føroyingar fáa væntandi filmin at síggja miðskeiðis í oktober. Tá verður hann sýndur í Svf. Tá hevur filmurin føroyska tekst.
Russland leyp á fyri tveimum árum síðani. Júst kríggið hevur á fleiri økjum ávirkað valið, sum hevur verið í tríggjar dagar. Fleiri russisk oljureinsiverk eru í hesum døgum álopum av Ukraina, og tað hava [...] at nú 71 ára gamli Putin verður valdur til forseta í Russlandi, og síðani 1999 hevur hann annaðhvørt verið forsætisráðharri ella forseti í heimsins í øki størsta landi. Við einum nýggjum forsetaskeiði [...] at yvirhála Josef Stalin og verða tann longst sitandi leiðarin í Russlandi í yvir 200. Fyrrverandi russiski leiðarin Dmitrij Medvedev hevur í dag longu yngst Putin tillukku »við stórsigrinum«, og russiskt
Roykur Í greinini á blaðsíðu fýra í dag tosa vit við stjóran í Statoil, Niels Juel Nattestad, um tað arbeiði, sum felagið í løtuni ger við at finna út av, um møguligur oljuroykur í grannalagnum við Statoil [...] hava skilt, at júst hendan dagin var roykurin ikki av tí ringasta. - Sum eg havi skilt, hevur roykurin á ávísari ætt serliga gjørt um seg í hølunum hjá okkum, hølunum hjá Trend Floor og í hølunum hjá Com-Data [...] Statoil í Saltangará kann stava frá onkrum leka í tangum ella leiðingum, sum felagið hevur inni á sínum øki. Tað er serliga á ávísari ætt, at Fonn Flog, Trend Floor og Com-Data hava varnast royk, sum hildin
Fótbóltur KÍ er í steypafinaluni. Og eins og tað var fyri fimm árum síðani, verður tað B36, sum verður mótstøðuliðið í hesari. Við 3-0 í skjáttuni eftir fyrru hálvfinaluna var einki at ivast í, at KÍ var [...] hjá stríðsmanninum, sum beindi hann í netið. Steypið fyrst síðani Europa Og so var í roynd og veru liðugt hjá Skála. Teir megnaðu ongan tíð at seta seg aftur á dystin í sama mun, sum teir gjørdu fyrstu løtuna [...] steypafinaluni í mansfótbólti 2006. Og hóast mong mundu vóna, at EB/Streymur skuldi vinna dystin í Havn, soleiðis at UEFA-plássið hjá KÍ mest sum kundi bíleggjast, so man hetta ikki muna tað stóra í heysunum
Sjálvur dámar Jesper væl at ganga í slíkar handlar í Danmark, og so líðandi var hugsanin komin, um ein ikki átti at farið undir ein slíkan handil í Føroyum eisini. - Í teimum stóru handlunum er lætt at [...] fløgu við Deff Leppard. Higartil uttan úrslit, men í nýggja handlinum fann hann júst hesa fløguna. Jesper hevur fingið samband við góðar leverandørar í Danmark, soleiðis at hann altíð fer at kunna hava [...] her fann eg tær. Ein av fyrst kundunum í handlinum Music og Movies var Vár í Gong. Hon kennir Jesper og visti tí um henda handilin. - Eg haldi at hetta er eitt gott hugskot. Her ber nevniliga til at fáa góðar