Roykur
Í greinini á blaðsíðu fýra í dag tosa vit við stjóran í Statoil, Niels Juel Nattestad, um tað arbeiði, sum felagið í løtuni ger við at finna út av, um møguligur oljuroykur í grannalagnum við Statoil í Saltangará kann stava frá onkrum leka í tangum ella leiðingum, sum felagið hevur inni á sínum øki.
Tað er serliga á ávísari ætt, at Fonn Flog, Trend Floor og Com-Data hava varnast royk, sum hildin verður at vera oljuroykur.
- Onkran dag á høgætt hevur hetta verið ein rættiligur trupulleiki, sigur Leivur Fonn, stjóri á Fonn Flog.
Stongdu hølini
Hann vísir á, at tey hava verið noydd at lata skrivstovuna aftur bæði tí, at starvsfólkið ikki hevur orkað at verið í hølunum og tí, at tey, sum koma inn á gólvið, partvís eru vend útaftur eftir, at tey hava kent hendan roykin í næsarnar.
- Vit vita ikki, hvaðani hesin roykur stavar, og vit vita heldur ikki rættiliga, hvat hetta er fyri ein roykur. Men hann minnir um oljuroyk, leggur hann aftrat.
Leivur sigur, at Arbeiðseftirlitið hevur verið á staðnum og gjørt sínar kanningar, men hann sigur seg hava skilt, at júst hendan dagin var roykurin ikki av tí ringasta.
- Sum eg havi skilt, hevur roykurin á ávísari ætt serliga gjørt um seg í hølunum hjá okkum, hølunum hjá Trend Floor og í hølunum hjá Com-Data.
Stjórin fegnast
Leivur sigur, at tey hildu í fyrstani, at roykurin kanska kundi stava frá onkrum av veskunum, sum AWJ brúkar í sínum arbeiði, men so er ikki.
- Sum eg havi skilt, hevur AWJ ikki havt teir stóru trupulleikarnar við royki, leggur hann aftrat.
Stjórin í Fonn Flog sigur seg vóna, at trupulleikin skjótt verður loystur, og hann sigur seg fegnast um, at Statoil nú er farið at leita eftir, um roykurin møguliga stavar haðani.
- Vit hava hugt at øllum, sum møguliga kundi verið ein orsøk til roykin, men duga ikki at síggja ella lukta, at roykurin stavar her úr húsunum, sigur Leivur Fonn.