Fótbóltur
KÍ er í steypafinaluni. Og eins og tað var fyri fimm árum síðani, verður tað B36, sum verður mótstøðuliðið í hesari.
Við 3-0 í skjáttuni eftir fyrru hálvfinaluna var einki at ivast í, at KÍ var stórfavorittur til finaluplássið, men tað bar so eisini við sær, at Skála bert hevði eitt í hyggju. Nevnliga at leypa á, soleiðis at trý mál kundu skjótast.
Royndu at trýsta
Og tað var eisini júst tað, sum gestirnir gjørdu. Frá fyrsta bríksli varð ferðin skrúvað langt uppeftir, og eingin var í iva um, at royndin hjá gestunum at vinna tað mista var av fullum hjarta.
Møguleikarnir trutu heldur ikki, men annað hvørt vórðu royndirnar ikki nóg neyvar, ella eisini stóð Meinhardt Joensen í KÍ-málinum fyri, og spakuliga tók trýstið frá Skála at linka. Eitt mál somikið tíðliga í dystinum kundi uttan iva gjørt sítt við sálarligu javnvágina hjá spælarum á báðum liðum, men tá hetta ikki eydnaðist, fekk KÍ so líðandi fótin fyri seg.
Og heilt róligt mundi tað blíva hjá áskoðarunum, tá Símun Joensen aftur hesa ferð var maðurin, sum fekk hol á málskjótingina. Talan var um trunkaspæl eftir horna, og eftir at Clapson fyrst hevði tacklað og skotið, endaði bólturin at enda hjá stríðsmanninum, sum beindi hann í netið.
Steypið fyrst síðani Europa
Og so var í roynd og veru liðugt hjá Skála. Teir megnaðu ongan tíð at seta seg aftur á dystin í sama mun, sum teir gjørdu fyrstu løtuna. Klaksvíkingar høvdu at kalla fult tamarhald á, og tá Sinisa Jovanovic um miðjan seinna hálvleik økti við vøkrum langskoti, varð sigurin staðfestir. KÍ er partur av steypafinaluni í mansfótbólti 2006.
Og hóast mong mundu vóna, at EB/Streymur skuldi vinna dystin í Havn, soleiðis at UEFA-plássið hjá KÍ mest sum kundi bíleggjast, so man hetta ikki muna tað stóra í heysunum á spælarunum. Hjá teimum verður tað fyrst og fremst sjálvur sigurin, sum hevur týdning. Og ikki fyrr enn hann er vunnin, munnu tankarnir fara at leita móti europiskum avbjóðingum.










