? Vit arbeiða víðari við okkara ætlanum

- Er endamálið at samstarva um eitt skilagott felags lønarlag, so eru vit als ikki bangin fyri at samstarva við eitt kommunalt arbeiðsgevarafelag. Men talan má vera um samstarv, sigur Gunnleiv Dalsgarð formaður í Starvsmannafelagnum

Sveinur Tróndarson


- Soleiðis var ikki tá kommunurnar í áttatiárunum ætlaðu at seta á stovn kommunalt arbeiðsgevarafelag, tí tá høvdu tær gjørt alt klárt áðrenn feløgini, t. d. Starvsmannafelagið, varð tikið við upp á ráð. Tá er ikki talan um samstarv. Og soleiðis verður støðan ikki hesaferð, sigur Gunnleiv Dalsgarð avgjørdur.

Seinastu tíðina hevur Starvsmannafelagið gjørt sáttmálar við nakrar kommunur, og í løtuni er felagið í samráðing við aðrar kommunur um sáttmála fyri teirra starvsfólk. So nýggja arbeiðsgevarafelagið kemur ikki óvart á formannin í Starvsmannafelagnum.

- Vit leggja okkum ikki út í, um kommunurnar gera eitt kommunalt arbeiðsgevarafelag. Vit brúka okkara orku til at gera eitt seriøst arbeiði. Og tí fara vit at tryggja okkum, at ætlanirnar við felagnum eru at gera arbeiðs- og sáttmálaumstøðurnar hjá starvsfólkun-um betri, samstundis sum viðurskiftini verða líka kring alt landið, sigur Gunnleiv Dalsgarð.

Fyri hansara felag er tað hetta, sum hevur ligið fremst í huganum, og tað er ein av orsøkunum til, at tey samráðast við kommunurnar í løtuni.

- Tað er júst fyri at betra um sáttmálaviðurskiftini hjá starvsfólkunum. Vit hava jú havt sáttmálar við Klaksvíkar Kommunu og við Tórshavnar Kommunu í fleiri ár, so hetta er eingin kollvelting í so máta, men heldur ein standardisering av viðurskiftunum, sigur Gunnleiv.

Tá kommunurnar miðskeiðis í áttatiárunum royndu at gera eitt kommunalt arbeiðsgevarafelag var núsitandi formaðurin ikki limur í Starvsmannafelagnum. Men hann hevur kannað, hvussu tað gekk fyri seg, og tað hann er komin til, ynskir hann ikki at síggja enn einaferð.

- Sum skilst, so høvdu kommunurnar gjørt alt klárt, og starvsfólkini skuldu bara tiga og góðtaka. Hatta kemur ikki upp á tal í dag, tí soleiðis fæst ikki eitt samstarv í lag. Tað er eingin orsøk til at fara at uppfinna tann djúpa tallerkin enn einaferð. Vit hava sáttmála við eitt nú Fíggjarmálastýrið, og tað er hesin sáttmálin, sum hevur verið grundarlag, tá vit hava tosað við kommunurnar. Tí ímynda eg mær, at hesin sáttmálin eisini verður leisturin, til ein sáttmála við eitt nýtt felag, sigur Gunnleiv Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum at enda.